Sum kunnugt er í løtuni focus á sølu av øli á tónleikafestivalum og størri dansitiltøkum. Tað er ein sannroynd at kunnu festivalfólk keypa sær ein veikan øl sum teimum lystir afturvið tónleikinum tálmar hetta ovurnýtslu av rúsdrekka í mun til støðuna ídag, har fólk lík klyvjarossum draga ryggsekkir við sprutti og øli, meira ella minni ótarnaði, inn á festivaløkini.
Harnæst skal sigast, at vit uttan iva eru einasta land í heiminum har ikki er loyvt at selja øl á einum tónleikafestivali. Hvat er rockur uttan øl? Rúsdrekkalógin má endurskoðast. Í okkara alheimsgerð og við politiskum visiónum um eitt modernað, altjóða Føroyar ber ikki til at halda lív í miðaldarligum lógum og fyriskipanum. Spurningurin er eisini nær EU fer at vísa á at okkara monopolsøla, Rúsan, er kappingaravlagandi mótvegis EU framleiðslum.
Eg loyvi mær at skjóta upp at Vinnumálastýrið - sum eina fyribils loysn - beinanvegin heimilar føroysku bryggjaíðunum at selja øl á nevndu festivalum og tiltøkum.
Hetta vil viðføra eina kontrolleraða sølu av øli sum øll verða nøgd við.
Vinnumálaráðharrin er sjálvandi eisini greiður yvir at inntøkur Landskassans av øli og rúsdrekka eru omanfyri 70 mió árliga og í vøkstri, so henda vinnan er eitt munandi íkast til búskapin. Ábyrgdafullir, vinnulívsorienteraðir politikarir mugu lurta eftir ynskjum frá hesari vinnu, hóast promillur kunnu kosta atkvøður.