Jógvan Philbrow, Frítíðarskúlaleiðari
??????????
Fyrimunirnar eru nógvar.
?Lærarin sleppur at forma børnini akkurát sum hann vil, soleiðis at tey verða disiplinera á rættan hátt.
?Lærarin kann hjálpa við at gera skúlating (serkøna hjálp á staðnum)
?Lærarin hevði eisini havt betri stundir at náða pensum.
?Lærarin hevði eisini havt betri møguleikar at fylgt við í menningina av tí einstaka barninum.
Peningur er eisini at spara (Landi roynir at spara í hesum døgum). Lærarar kundu verði løntir eftir pedagogsáttmálan, 6 vikur feriu, 1 tíma til fyrireiking pr. 40 tíma arbeiðsviku. Samstundis sum pedagog lønin er lægri. Úrslitið hevði verði meir arbeið fyri minni løn, frálíkt fyri Mentamálaráðið. Mentamálaráðið sigur allíkavæl at tað ikki eru ráð, at útbúgva fleiri pedagogar soleiðis at Dagstovnalógin verður hildin, og høvdu allir teir pedagogarnir sum nú arbeiða á Frítíðarskúlum runt um í landinum, kunna nøkta ein part av tørvinum á dagstovnum o.l..
Eisini kundu kommunurnar spart, ikki skuldi verði neyðugt at brúkt pening til at skaffa høli til Frítíðarskúla virksemi, við tað at børnini eru í skúlanum har í hølini longu eru hóskandi ? ella høvdu tey ikki gingið har. Kommunurnar høvdu eisini sloppið frá at goldið fyri lønirnar, landi skal gjalda læraralønir allíkavæl. (Eisini høvdu teir sloppið frá at brotið landsins lógir tá ið leiðarar til frítíðarskúlar skulu setast)
Hans Pauli Strøm hevði tá sloppið undan at broytt dagstovnalógina, og harvið spart lønir til fundir, arbeiðstíð og løgfrøðis ráð-geving. (Ein sparing í miðfyrisitingina)
Jógvan á Lakjuni hevði sloppið undan at havt ringa samvitsku, yvir at noyða landið at bróta egnu lógir við ikki at útbúgva nokk av pedagogum. (Hann sigur allíkavæl at vit hava ikki ráð at halda lógina)
Samanumtikið: Ein STÓR SPARING.
Men spurningurin er: Skal tað eisini verða krav at børn skulu trívast í Føroyum?