Laterna Magica fæst nú á føroyskum

Laterna Magica (1985) var seinasta verk, William Heinesen (1900 – 1991) læt úr hondum. Jonhard Mikkelsen hevur týtt hesar minnis-stuttsøgurnar.

Laterna Magica (1985) var seinasta verk, William Heinesen (1900 – 1991) læt úr hondum. Jonhard Mikkelsen hevur týtt hesar minnis-stuttsøgurnar.

 

Søgurnar hava Havnina sum baksýni, men tær fara fram allastaðni, til alla tíðir og snúgva seg um mannalívið – um føðing og deyða, kærleika, longsul og vónir, hugmóð og kúgan, samhuga og góðsku, átrúnaðarligan ørskap, seyðahald og kamartónleik, álvara og skemt.

 

Í formælinum verður spakuliga spákað út á Gráskallbryggju, har alt endar, og gamli ferjumaðurin tolin situr og bíðar. Gøtan er drúgv og liggur gjøgnum ein túsundárastað við krókgøtum og skotum.

 

Tað er farið at skýma, men yviri á Jarðamøðrabakka er enn ljóst, og har syngja børnini kát.

 

Á leiðini gera vit eitt slank inn til skaldabrøðurnar Hans Andrias og Janus í Áarstovu, sum fáa vitjan av teimum trimum nornunum, sum skoða langt inn í framtíð teirra.

 

Eitt slank gera vit inn til Jens Christian Svabo, tann lærda, fátæka mannin, ið skrivaði orðabøkur, eingin sá veruliga virðið í, men sum stytti sær stundir við fiólini, meðan hann fekk sær ein kýsa og hevði sælar stundir saman við gomlu gentuni Urd, dóttir próstin.

 

Vit fylgja hampamanninum Sterka-Jóhan, tá ið hann snávar og gevur hjálparleysur eftir fyri náturuni eina einastu ferð við so óendaliga syrgiligum fylgjum.

 

Vit síggja ein kærleika, sum kemur summum góðum borgarum so illa við, at hann verður slitin sundur, og ein heilur heimur fer í sor.

 

Og inn ímillum situr tú kaldur í látri, tí hesin gløggi, gamli havnarmaðurin kennir so væl okkum menniskju við øllum okkara dáralótum, veikleikum, stoltleika, ærukenslu  og forherðilsi, at hann avdúkar okkum øll.

 

Les brot úr bókini her