- Norðoyastevnan kann halda sín 75-ára føðing næsta ár uttan at smæðast. Tað heldur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.
Hópin av fólki hava verið til mongu tiltøkini, fólkafund, Øska í lakkinum, listaframsýing við Hans Jacob Glerfoss, og øllum hinum
- Norðoya Listafelag, sum hevði sína 25. listaframsýning, hevur havt sera stóra vitjan úr øllum landinum. Fólk vildu sjálvandi síggja tær undirføgru myndirnar hjá Hans Jacob Glerfoss, men eisini vóru hópin av øðrum spennandu málningum til framsyningina, greiðir Dávur Winther í Klaksvík frá.
Tá ið framsýningin lat upp, flutti Helgi Fossadal fram røðu, har hann hugleiddi um Hans Jacob Glerfoss og allar hinar mongu listamálarnar úr Norðoyggjum. Hanus G. Johansen sang so hugtakandi, sum bert hann kann gera.
- Hann greiddi frá løtum saman við Hans Jacob Glerfoss, og eisini um, at hann hevði fingið eina yrking frá honum fyri at flyta hann eitt ørindi við bili. Í sømu løtu gjørdi Hanus lag til yrkingina, sum hann framførdi til listaframsýningina, greiðir Dávur Wihnther frá.
Hanus G. Johansen fyllir 60 ár 18. juni, og í tí sambandi kemur ein EP-fløga við løgum, hann hevur gjørt, til yrkingar eftir Hans Jacob Glerfoss.
Listaframsýningin á Norðoyastevnu hjá Norðoya listafelag hevur verið sera væl vitjað.










