Í Føroyum verða jól trúliga hildin 24. desember á hvørjum ári, men so er ikki alla staðni. Ì millum annað Russlandi verða jól ikki hildin fyrr enn 6. januar.
Í nógv ár hevur siðvenja verið í Føroyum, at Faroe Agency og russiska konsulátið í Føroyum, lata jólagávur til útlendskar sjómenn, tá russisku jólini eru í hondum.
Í ár er einki undantak, og heitir russiski konsulin í Føroyum, Árni Dam, á føroyingar um hjálp at lata gávur.
- Komandi dagarnar koma fleiri skip í havn, so gott hevði verið, um onnur høvdu hug at lata sjófólkinum pakkar, sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.
Pakkar kunnu latast á skrivstovuni hjá Faroe Agency, Úti við Strond 4. Eisini ber til at seta seg í samband við konsulin á 231990 ella Faroe Agency á 351990.

Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.
Lata sum vant pakkar til útlendsk sjófólk

Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.

Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.

Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.

Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.

Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.

Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.