Lata nú 10 milliónir í stuðuli til stríðið ímóti korona

Føroyska sjúkrahúsverkið fær pengarnar at ráða yvir

Betri samtakið letur nú 10 milliónir krónur í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Stuðulin verður latin til at útvega útgerð at kanna og basa korona-farsóttini í Føroyum, boðar Betri Samtakið frá í morgun,

– Hetta ger sera stóran mun hjá okkum, tí kostnaðurin av júst hesi útgerð er hækkaður sera nógv, nú eftirspurningurin er vaksin so brádliga um allan heim. Vit eru sera takksom, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri fyri sjúkrahúsverkið.

– Eg havi verið í sambandi við landsstýrismannin við heilsumálum, sum eisini vil senda eina hjartans tøkk, leggur hann afturat.

Betri Stuðulsgrunnurin hevur sum endamál at stuðla sjúkufyribyrgjandi tiltøkum. Korona-farsóttin er størsta heilsuliga avbjóðing, sum Føroyar hava staðið yvir fyri í nýggjari tíð, og tí var grunnurin ikki í iva um at stuðla hesum týðandi arbeiði, sigur Samtakið.

Umframt fíggjarliga stuðulin til sjúkrahúsverkið, hevur Betri eisini bjóðað heilsumyndugleikunum at læna ognir hjá teimum til mongu fólkini, ið verða sett í sóttarhald í hesum døgum.

– Betri er eitt serføroyskt samtak, sum viðskiftafólkini eiga, og endamálið er at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum.

– Tí liggur tað okkum nær at stuðla í hesum truplu tíðum fyri føroyska samfelagið, sigur Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum í Betri, sum umsitur Betri Stuðulsgrunnin.