Fríggjamorgunin kl. 9.30 verður tíðindafundur í Heilsumálaráðnum, har kunngjørt verður, hvørjar verkætlanir innan heilsugransking fáa stuðul úr Sjúkrakassagrunninum.
 
 Granskingarráðið, ið umsitur fæið hjá niðurløgdu sjúkrakassunum, hevur fingið 28 umsóknir um stuðul til verkætlanir innan høvuðsøki 2.
 Høvuðsøki 2 er eitt av trimum høvuðsøkjum, ið  fæið hjá sjúkarakassunum skal lutast út til. Økið fevnir um stuðul til gransking, sum kann menna heilsuøkið í Føroyum.  Upp til 7,5 mió. kr. vóru tøkar at luta út til høvuðsøki 2 í hesum umfarinum.
Á tíðindafundinum í Heilsumálaráðnum verður kunngjørt, hvørjar umsóknir fáa stuðul á høvuðsøki 2 í ár.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, fara at leggja fram á tíðindafundinum.
Játtanirnar verða almannakunngjørdar 19. desember, ið er ársdagurin fyri, nær fyrsti sjúkrakassin í Føroyum varð settur á stovn.










