Lata heilsa frá flakanum

Unga skótamanningin, sum hevur búleikast umborð á einum flaka á Vánni í Klaksvík síðani fríggjakvøldið, letur heilsa, at tey hava tað frálíkt

Hóast veðrið hevur verið nakað illfýsið, eru ungu skótarnir úr Klaksvik enn á flakanum, teir ?búsettu? seg á á Vánni fríggjakvøldið.

Har hava tey so kokkast, etið, sovið og annars búleikast síðani, og hava tey sett sær fyri, at halda á til einaferð í kvøld.

Flakan hava teir seks skótarnir bygt sjálvir úr raftum og tunnum. Endamálið við flakaævintýrinum er at savna inn pening til eina skótalegu, tey skulu á í Kina í desember.

Hvussu innsavningin fer at hilnast, vita vit ikki enn, men hugflognum hjá teimum seks flakagarpunum feilar í øllum førum onki.