Trupulleikarnir við heilaskjálvtum í amerikanskum fótbólti hava vundið upp á seg seinastu árini. Kanningar hava staðfest, at teir mongu heilasjálvtarnir hava elvt til eitt nú tunglyndi, sum so aftur hevur elvt til sjálvmorð. Ein onnur vanlig avleiðing er minnisloysi (demens).
Hetta var álvarsliga staðfestingin hjá eitt nú Junior Seau, sum var ein stjørna í NFL áðrenn hann eftir yrkisleiðina versnaði sálarliga. Tunglyndi, svøvntrupulleikar og stórar mongdir av heilivági var meiri enn hann kundi bera, og 43 ára gamal tók hann lívið av sær.
Árið fyri tók eisini Dave Duerson lívið av sær. Frammanundan hevði hann sent sms-boð til fleiri í familjuni, har hann segði seg ynskja, at heilin hjá sær skuldi nýtast til gransking, vitan og upplýsing fyri teir, sum spæla amerikanskan fótbólt.
Sidney Rice, vælkendur NFL-spælari, hevur nú boðað frá, at hann – tá ið hann fer herfrá – vil lata heilan hjá sær til gransking. Hetta sama ætlar Steve Weatherford sær at gera.
- Hetta hevur ávirkað bæði meg og Sidney av tí at okkara góði vinmaður, Junior Seau, tók lívið av sær. Fleiri av mínum liðfeløgum hava verið merktir av heilaskjálvtum við tunglyndi sum avleiðing, sigur Steve Weatherford við Sky News.
Sidney Rice valdi í fjør at gevast við amerikanskum fótbólti. Av tí at hann einans er 28 ára gamal, undraði hetta mong, men orsøkina segði hann vera vandin fyri avleiðingunum av heilaskjálvtunum. Hann metir seg hava fingið umleið 10 heilaskjálvtar.
- Tað er soleiðis vit eru uppdrignir, og soleiðis er hugburðurin. Tú kennir á tær, at tú mást verða verandi á vøllinum – tað er kappingin, sum er gróðursett. Tú elskar tað, men tað er sera umráðandi at tú gevur heilaskjálvtunum ans, sigur Sidney Rice við NBC Sports.
Nú Sidney Rice er givin við amerikanskum fótbólti, hevur hann lagt seg eftir at skapa størri uppmerksemi og betri upplýsing um tær møguligu álvarsligu avleiðingar, sum teir mongu heilaskjálvtarnir kunnu elva til.










