Í Noregi er so stórur tørvur á arbeiðsmegi, at norskar fyritøkur eru til reiðar at lata 25.000 krónur í finningarløn fyri at fáa eitt starvsfólk afturat. Í hvussu er hava fleiri fólk í Norðurjyllandi, sum arbeiða hjá norskum fyritøkum, fingið tilboðið.
Stein-Erik Linna, sum stendur fyri arbeiðinum at útvega norskum fyritøkum arbeiðsmegi úr Norðurjyllandi, sigur við danska kringvarpið, at tað eru serliga arbeiðsgevarar í ídnaðinum og frálandavinnuni, sum leita eftir arbeiðsmegi.
Í fleiri ár hava danskir sjúkrarøktarfrøðingar arbeitt í Noregi, og í seinastuni eru støðugt fleiri danskir námsfrøðingar og lærarar farnir at ferðast aftur og fram um Skagerak, sigur DR.