Lata eina hálva millión í neyðhjálp

Í Afghanistan eru tað bara eini fimm prosent, sum fáa nokk av góðum mati

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur nú gjørt av at lata 500.000 kr. í neyðhjálp til Afganistan. Neyðhjálpin verður latin ígjøgnum heimsmatvørustovnin, World Food Programme, ið hevur drúgvar royndir við neyðhjálpararbeiði í Afghanistan. Í fjør var hesin felagsskapurin eisini heiðraður við friðarheiðursløn Nobels fyri sítt neyðhjálpararbeiði kring heimin.

 

Sambært World Food Programme er matvørutrygdin í Afghanistan so ring, at bara fimm prosent av húsarhaldunum í Afganistan fáa tað, ið heimsmatvørustovninum metir at hava hava eitt nøktandi føðsluvirði. Harumframt eru tvær milliónir børn í vanda fyri føðslutroti, um hjálp ikki verður fingin til vega skjótast gjørligt.