Í Norðurkorea eru tey farin undir at lata brennievni á ta langtberandi rakettina, sum landið fer at royna ein av teimum fyrstu døgunum. Tað váttar formaðurin í norðurkoreonsku rúmdarnevndini, Paek Chang-ho.
-Áfyllingin er í gongd. Mínir leiðarar gera so av, nær sjálv útskjótingin verður, sigur Paek.
Suðurkorea, Japan og USA hava fordømt ta ætlaðu rakettroyndina, tí eftir teirra tykki er talan um eina hernaðarliga roynd. Norðurkorea heldur hinvegis fast um, at landið ætlar at senda ein fylgisvein í ringrás um jørðina, og at tað er málið við rakettroyndini.










