Lata Bojsensgarð upp

Í morgun settu menn frá Betongssaging á at saga eina rivu í Bojsensgarð í Havn, tí ætlanin er at seta portur í garðin niðan móti Vaglinum.

Bojsensgarður er ogna hjá bókhandlinum, men kommunan hevur átikið sær at halda garðin.

Eitt portur er inn í garðin í neðra, men nú vil býráðið gera garðin meira opnan, so fólk fáa betri møguleika at njóta garðin.

Eitt hondgjørt portur verður sett upp í februar, men garðurin fer at verða opin nú beinanvegin. Har verða ljós sett upp,og ymist forvitnisligt verður at uppliva í garðinum í jólamánainum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.