Felagsgrunnurin ímillum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hevur hildið sín árliga fund í dag.
Á fundinum avgjørdi nevndin at játta 15 verkætlanum stuðul og tilsamans er talan um 335.000 krónur, sum eru játtaðar í stuðuli.
Umsóknir úr Nuuk hava fingið 140.000 krónur í stuðuli, umsóknir úr Reykjavík hava fingið 70.000 krónur og umsóknir úr Tórshavn hava fingið 125.000 krónur í stuðuli og umsøkjararnir fáa svar fyrsta dagin.
Endamálið við grunninum er styrkja forstáilsið og samstarvið ímillum politikarar og borgarar í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn og at játta fíggjarligan stuðul til tiltøk og verkætlanir í hesum sambandi. Talan kann vera um verkætlanir av mentanarligum, undirvísingarligum og ítróttaligum slagi.
Nevndin hevur eisini áhugi fyri at styrkja samstarvi ímillum teir tríggjar býirnar. Nevndin heldur eisini, at brúk er fyri at varpa sterkari ljós á avbjóðingar hjá høvuðsstøðunum, eins og á strategisku og búskaparligu leiklutirnar hjá høvuðsstøðunum í Útnorðuri.
Nevndarlimirnir í grunninum eru teir tríggir borgarstjórarnir, Heðin Mortensen úr Tórshavn, Asii Chemnitz úr Nuuk og Jón Gnarr úr Reykjavík. Eisini eru seks býráðslimir í nevndini: Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen úr Tórshavn, Gert Ignatiussen og Per Nukaaraq Hansen úr Nuuk og Dagur B. Eggertsson og Hanna Birna Kristjánsdóttir úr Reykjavik.









