Lata 1,5 mió. til akademiið

Betri deildin hjá monnum letur 1,5 mió til akademiið, sum KÍ júst hevur sett á stovn

Betri deildin hjá monnum letur 1,5 milliónir til akademiið, sum KÍ júst hevur sett á stovn. Tað vóru teir tríggir lokalu spælararnir, Jóannes K. Danielsen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð, sum handaðu Glenn Ståhl, akademistjóra ein kekk upp á 1.500.000 krónur, skrivar ki.fo.

- Teir umboða lokalu spælararnar, sum eru uppaldir í felagnum, og sum saman við øllum hinum liðfeløgunum hava verið úti í Europa og vunnið felagnum stórar peningaupphæddir. Ein part av hesum pengunum vilja teir stuðla nýggja akademinum við, soleiðis at ungar gentur og dreingir í Klaksvík kunnu fáa enn betri fortreytir fyri at gerast góðir fótbóltsspælarar, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Eisini letur KÍ fjepparafelagið í Havn 75.000 krónur. Hettar eru fjepparar, búsitandi í suðurstreymoy, sum hava stovnað eitt fjepparafelag, har tey savnast um KÍ. Fjepparafelagið stuðlar nýggja akademinum við 75.000 krónum.