- Lat vera við at leggjast á tey smáu sjúkrahúsini. Lat tey fáa frið.
Jenis av Rana, lækni og løgtingsmaður fyri Miðflokkin, ávarar ímóti at taka tey smáu sjúkrahúsini til gísla, nú trupulleikarnir í heilsuverkinum verða viðgjørdir.
- Summi halda, at einasti máti at menna og styrkja Landssjúkrahúsið, er við at niðurleggja tey smáu sjúkrahúsini, staðfestir hann.
Men hann heldur, at so einfaldur er veruleikun ikki.
- Lat Klaksvíkar Sjúkrahús, og Suðuroyar Sjúkrahús fáa frið. Lat okkum menna Landssjúkrahúsið, uttan at leggjast á tey smáu sjúkrahúsini – og øvugt, sigur Jenis av Rana.
Hann afturvísir eisini páhaldinum um, at samgongan hevur skert játtanirnar til heilsuverkið.
Veruleikin er, at seinastu trý árini er játtanin til heilsuverkið hækka slakar 60 milliónir, ella 20 milliónir um árið í miðal.
- Og tað er heldur onki hald í søgunum um, at heilsuverkið skal spara milliónir næsta ár.
- Tað verður ikki – og so slett ikki, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur, at øll hesi leysu páhaldini um heilsuverkið, skapar ótryggleika og í ringasta føri, ótta.
Kortini ásannar Jenis av Rana, at tað er trot á serlæknum og tað leggur ov hart trýst á starvsfólkini og á læknarnar.
Nú er Landssjúkrahúsið í somu støðu, kommunulæknaskipanin var í fyri nøkrum árum síðani.
- Men so leingi, tað er trot á serlæknum, verða tað útjaðarar sum Føroyar, sum føla sviðan av tí. Men tað er ikki tí, at serlæknar ikki vilja vera í Føroyum, sigur Jenis av Rana.
- Vit hava eitt gott heilsuverk. Men tað verður ikki bíligari, tað mugu vit góðtaka, og tí MÁ og SKAL játtanin hækkast, staðfestir Jenis av Rana.
Høgni Hoydal vísir aftur, at talan er um páhald, sum einki hald er í í.
Hann vísir á, at Føroyar brúka minni part av bruttotjóðarúrtøkuni til heilsuverkið, enn onnur norðurlond brúka. Og hann staðfestir at hækkingin hevur ikki fylgt við tørvinum hjá heilsuverkinum.
Jenis av Rana setir kikaran fyri blinda eygað, sigur Høgni Hoydal.