Lat tey fáa ordiliga løn og ordiligar umstøður

Soleiðis kann trupulleikin hjá ferðavinnuni at fáa nokk av arbeiðsmegi, loysast, staðfestur formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag

– Loysnin er at lata fólk fáa eina ordiliga løn og ordiligar arbeiðsumstøður. Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

 

Hann er ikki samdur Rúna Poulsen, stjóra í Smyril Line, og Guðrið Højgaard, forkvinnu í Visit Føroyar, um teir trupulleikar, ferðavinnan hevur at útvega nokk av arbeiðskraft. Í Sosialinum mánadagin og her á info í gjárkvøldið, staðfestu tey bæði, at hesi bæði næstu árini verður brúk fyri 200 – 400 fólkum afturat at arbeiða í ferðavinnuni.

 

 

Les meiri um tað her: Vit mangla tænarar og ikki akademikarar

 

 

Men tey stúra fyri, at tað ringt at fáa fólk og tey vísa á, at ein forkláring er, at lønin er lág og mangan eru arbeiðstíðirnar ólagaligar, tí arbeitt verður uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Tey halda, at einasti máti at loysa trupulleikan er at fáa fleiri útlendingar til Føroya at verða kokkar, tænarar, móttøkufólk, reingerðarfólk og annað, í ferðavinnuni. 

 

Men Hans Joensen heldur, at loysnin er nógv einfaldari enn so. Tað er bara at geva fólki ordiliga løn og ordiligar arbeiðsumstøður, so eru tey eisini sinnað at taka størvini á seg, sigur hann.

 

– At fáa fólk at arbeiða um kvøldið, um vikuskiftini og halgidagar, er eitt stórt inntriv í tilveruna hjá fólki og tað eigur at verða ordiliga lønt, heldur formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag. 

 

Hann veit, at ferðavinnan javnan førir fram, at útreiðslurnar eru so stórar, at tey hava ikki ráð til at lata so góðar lønir. Men tað heldur hann lítið um. 

 

– Føroyska ferðavinnan er fleirfaldað hesi seinastu árini og væntandi fer hon at standa í stórum vøkstri eisini tey næstu árini. Sostatt eru tað nógvir pengar í ferðavinnuni og onkustaðni fara teir og tí hevur ferðavinnan eisini ráð til at lata fólki eina ordiliga løn, og tey skulu hava rætt til eftirløn, heldur hann.

 

Hann heldur, at tað er beinleiðis ómoralskt at vit skulu fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar, bara tí at ferðavinnan ikki vil lata eina sámuliga løn.

 

– Ber tað ikki til at fáa føroyska arbeiðsmegi, skulu vit ikki nokta útlendingum at koma higar. Men tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu fáa útlendingar hendavegin bara tí at føroyskir arbeiðsgevarar ikki vilja rinda fólki eina sámuliga løn, sigur Hans Joensen.

 

Hann vísir eisini á, at tey hava akkurát gjørt nýggjan lønarsáttmála fyri tey, sum arbeiða á gistingarhúsum og á matstovum og endamálið við tí sáttmálanum er at tey skulu fáa eina ordiliga løn og virðiligar umstøður. Men tað eru ikki øll, sum hava skipað viðurskifti og ikki fáa ta lønina, sáttmálin ásetur.

 

Vit hava meiri um hetta seinni í dag: Arbeiddi fyri 60 krónur um tíman - í Føroyum