Nógv av teimum hava havt sum mál, at klára at vera uppi til morgunlesturin kl. 9.50, men mánadagin var eingin lestur at koma upp til. Hann er tikin av skránni med alla, sigst.
Morgunlesturin verður sendur hvønn morgun klokkan gott 7, og hetta er til gleði fyri mong, sum fara tíðliga upp og til arbeiðis vanliga tíð.
Tøkk skulu tit hava fyri tað.
Morgunandaktin hevur so verið endursend kl. 9.50. Hetta hevur verið til gleði fyri øll tey mongu, sum ikki fara til arbeiðis, og sum tí kunna lurta eftir andaktini seinni á morgni.
Hetta veit eg, tí eg arbeiði sjálv á einum eldrasambýli. Tey eldru hava glett seg til at byrja dagin við morgunandaktini, og hetta hevur verið ein hátíðarløta.
Eg eri ein av teimum mongu, sum undrist yvir, at tað í eini tíð, tá ið alt annars ber til, ikki skal kunna bera til at leggja 10 minuttir av senditíðini fyrrapartin til morgunandaktina.
Hesi eru hóast alt teir av okkara samborgarum, sum hava tænt samfelagnum í eitt heilt lív.
Eg fari so inniliga at heita á leiðsluna fyri kringvarpið um at taka hesa avgerð upp til nýggja viðgerð, og við virðing fyri okkara eldru, at geva teimum andaktina aftur.
Gøtubrá, tann 26. januar 2009









