Anna Maria Joensen
Velbastadur
Sum brúkrarar, viðskiftafólk ella samfelagsborgarar kunnu vit síggja hvørji virðisgrundarløg eru vald út at vera grundarsteinar undir eini felags uppfatan sum allir deplar, deildir og leiðarar hava samtykt í felag og sum øll eiga at arbeiða út frá. Hesi eru í nevndu raðfylgju: Loyalitetur, opinleiki, virðing fyri øðrum, ábyrgd.
Eisini framgongur á heimasíðuni, at sjúkrahúsið er umfatað av so nógvum áhugabólkum og so nógvum ymiskum áhugamálum, at ein næstan smokkar niður í stólin í hugsingini um at byrja at kritisera systemið. Tað vísir seg nevniliga øðiliga skjótt, at tað sum er gott fyri menning ella útvikling ikki altíð er gott fyri økonomiin og tað sum er gott fyri starvsfólkið er kanska ikki gott fyri sjúklingin v.m.
Allar sjúkrahúsins funktiónir saman útgera eitt net av logikkum sum ikki kunnu fasthaldast ella systematiserast á sjúklingastøði, tí sjúklingurin er bert ein lítil partur av tí samlaða, hóast eksistensgrundarlagið sjálvandi byggir á at fólk gerast sjúk.
Tí kunnu vit ikki bert hyggja at sjúkrahúsinum sum ein afturlatin eind fyri seg sjálvt, um vit ynskja at fáa betri sømdir sum sjúklingar og avvarandi. Vit mugu eisini hyggja at tí millumrúminum sum er millum sjúkrahúsið og sjúklingarnar.
Hesi millumrúm ella grázonu-øki partanna millum umfatað tað sum ikki er definerað við orðum ella teksti. Tað er júst í tílíkum grázonum at trupuleikar standa seg upp.Tað er júst í tí -sum enn ikki finnist- at ábøtur eru tiltrongdar, breitt uppfatað.
Tað snýr seg sostatt bæði um at fáa útkommunikera til brúkaran, hvat sjúkrahúsið kann bjóða heilt reelt (á brúkarastøði, ikki sum visión myntað á starvsfólkið ella politikkarar einans) og samstundis at fáa rætta upp uppá ein fatalan skeivleika í maktbalancuni millum sjúkrahús og sjúkling. Sagt á annan hátt, lat borgararættindini røkka inn um sjúkrahúsgátt og gev juridiskar sømdir til tann einkulta sum sjúkling.
Vit síggja í fjølmiðlunum, at millum annað Bill Justinussen stillar kritiskar spurningar viðvíkjandi viðgerð, viðferð ella frávalg av viðgerð, t.d. í sosialinum 30/8-06. Bill Justinussen veit, at hann her hevur eina sak. Eisini hann er berari av óteljandi lagnusøgum og beinleiðis traumum hjá sjúklingum og teirra avvarandi sum hava upplivað ein so maktstýrdan ójavnað sum møti millum sjúkling og sjúkrahús í veruleikanum er. Har borgarar, sum annars ikki geva sær fær um tílíkar strukturar í tí dagliga, brádliga rakna við og djúpt sjelkaðir gera sær ta erfaring, at sum sjúklingur ella avvarandi kann ein risikera at gerast fullkomiliga maktarleysur.
Sjúkrahúsleiðslan roynur at móttaka kritikkin í fjølmiðlunum positivt. Tummas í Garði, læknastjóri er harmur og ynskir at eftirkanna hvørjar sakir sipað verður til. Nýta høvi at eftirkanna mannagongdir stendur á síðu 5 í sosialinum frá 30/8-06.
Hetta ber boð um, at sjúkrahúsleiðslan ynskir at gera nakað við skeivar procedurur, har fólk eru vorðin illa viðfarin. Men systemið sjálvt dregur seg undan í tílíkum førum. Systemið vil ikki lata seg innfanga! Og tí er eitt og hvørt sniðálop á einkultsakir nyttuleyst í vónini at broyta ta stóru heildina munandi. Tí hvør skal brikslast? Og hvussu verður roknistykkið gjørt upp?
Tí ikki ein einasta sjúklingainnlegging/ viðgerð er 100% identisk við ta fyrru. Sjálvt tá talan er um sama sjúkling sum við somu brekum kemur á sjúkrahús, er støðan eitt lítið sindur broytt frá fer til fer. (Eitt nú kronisk sjúk). So er feburin og blóðtrýst kanska broytt, so eru onnur starvsfólk á vakt o.s.v.. Tí finnast altíð grundir og argumentir fyri at ein avgerð er forsvarlig í einum ella øðrum høpi. Um ikki fyri sjúklingin í sjálvum sær, so fyri deildina(hoyrur viðkomandi heima har, er sjúklingaprofilurin tann rætti?), økonomiin, vaktskipanina v.m.
Tríva vit afturíaftur grundvirðið nr. 4 hjá landssjúkrahúsins heimasíðu sum var ábyrgd, so framgongur at allar dispositiónir á sjúkrahúsinum í veruleikanum kunnu rættvísgerast undir hesum punkti. Tann útdelegeraða ábyrgdin, sum allarhelst er ætlað at geva fríheit, menna og motivera starvsfólk, kemur sostatt eisini at verða tann uttasti karmurin fyri tí møguliga og gevur tí eitt fullkomiliga sjálvregulerandi system.
Tí er bert eitt loysunarorð sum reelt kann flyta mørk og tað er, at allir samfelagsborgarar fáa formuleraði rættindi til ávirkan og innlit í sjúkraviðgerðir á øllum føroyskum sjúkrahúsum.
At borið verður so í bandi, at identiteturin hjá einstaklinginum skal vera intaktur sum sjálvstøðugt menniskja og samfelagsborgari bæði í møtinum við sjúkrahúsinum, undir kanning ella innlegging og eisini eftir innlegging.
Sum dømi uppá ein tílíkan útvikling kann nevnast: Fult innlit í dagliga registrering av sær sjálvum sum sjúklingi. Atgongd til medicinlista og fakligar vurderingar í lesbarum teksti. (Resumé) Atgongd til informatión við argumentatón, tá viðgerð verður broytt ella uppgivin.
Líkaleiðis skal ein faklig argumentatión í lesbarum teksti fylgja við sjúklinginum í samband við útskriving ella avvísing á sjúkrahúsinum beinanvegin. Tað merkir at ein víðkað epikrisa, (epikrisa er informatión um sjúklingin sum kommunulæknar fáa eftir nøkrum vikum) skal skrivast beinanvegin og so latast sjúklinginum í hondina, um viðkomandi ynskir tað. Hetta er serliga avgerandi fyri kroniskar sjúklingar ella sjúklingar sum hava fleiri brek og har brekini verða býtt út á kirugisk og medicinsk øki sum sundurskildar eindir innanhýsis á sjúkrahúsinum.
So við at lata starvsfólk standa til svars yvirfyri tí einsaka í størri mun enn nú, mugu bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar fokusera dubult og soleiðis verður skapt pláss fyri relatiónini millum sjúkrahússtarvsfólk, sjúklingar og avvarandi á javnari støði..
Skulu vit sjúklingar, avvarandi fáa tað betri, so koma vit longst við formuleraðum rættindum. Rættindum sum skapa javnvág í maktbalancuni. Og tá balancan ikki er so skeiv sum nú, er grundarsteinurin lagdur undir, at sjúkrahúsins 4 virðisøki eisini røkka út til tín og mín og øll sum enn hava til góðar at gerast sjúklingar ella avvarandi.