Framløga í Miðlahúsinum mánakvøldid 14. januar 2008
Tað hevur verið lætt og nærmast vandaleyst at verið íleggjari á partabrævamarknaðunum seinastu 4 – 5 árini. Eftir stóra skrædlið á partabrævamarknaðunum árini beint eftir árhundraðskiftið eru partabrøv hækkað í kursi næstan uttan íhald. Sum íleggjari hevur tú næstan ikki kunna sloppið undan at vunnið pening á marknaðunum. Góður framburður í heimsbúskapinum saman við lutfalsligari lágari prísáseting á partabrøvum mált uppá lyklatøl hevur verið orsøkin. Amerikanski búskapurin kom av álvara aftur í snúningar eftir rakárini í 2000, 2001 og 2002. Búskapirnir í fjareystri við Kina á odda hava upplivað ein vøkstur, sum ikki er sæddur fyrr. Globalisering gjørdist av álvara eitt tema. Sjálvt týski búskapurin og harvið eisini búskapurin í evruøkinum sum heild, kom loksins í snúðningar eftir at hava ligið í andaleypi næstan síðan Berlinmúrurin fall. Framburðurin merkti, at inntøkugrundarlagið og virðisskapanin í børsskrásettu fyritøkunum støðugt vaks og harvið eisini prísásetingin og marknaðarvirðið.
Myndin er tó vend seinasta góða hálva árið. Longu fyri einum ári síðani byrjaðu ávísir trupulleikar at hómast í USA. Húsa- og íbúðarmarknaðurin, sum nærmast hevði verið euforiskur hesi góðu árini, orsakað av góðum búskaparligum framburði, lágari rentu og lagaligum lánitreytum, byrjaði at ridla. Tá farið var um hálvárskiftið í fjør, byrjaði støðan at gerast hættislig og var hetta byrjanin til sokallaðu sub-prime kreppuna á fíggjarmarknaðunum, ið gjørdist til eina veruliga kredittkreppu við eftir øllum at døma álvarsligum realøkonomiskum fylgjum. Hetta hevur sanniliga merkt partabrævamarknaðin í 2007, sama tíðarskeið, ið partabrævaspælið, ið vit í kvøld leggja lok á, hevur koyrt.
Hvar standa vit so nú? Seinastu mánaðirnar er sjón fyri søgn: Støðan í amerikanska búskapinum er bara vorðin verri: húsamarknaðurin er bara versnaður, brúkaraálitið og vísitøl fyri vinnuna peika øll bara niðureftir, og høgi oljuprísurin er eitt haft um beinini hjá bæði vinnuni og vanliga brúkaranum. Ein beinleiðis recessión er vorðin alt meira sannlík (def. 2 ársfjórðingar á rað við 0 ella negativum vøkstri) Amerikanski tjóðbankin við Bernanke á odda hevur viðurkent støðuna. Síðan august mánað er leiðandi rentan lækkað við 1% stigi í trimum umførum, og nú verður skrúvað upp fyri ferðini. Á rentufundinum seinast í mánaðinum verður rentan sannlíkt lækkað við 0,50% stigi, og fleira lækkingar eru ivaleyst ávegis.
Gongdin í amerikanska búskapinum kemur heilt víst at hava negativ árin á heimsbúskapin sum heild. Hinvegin er týdningurin av amerikanska búskapinum í heimsbúskaparligum høpi ikki eins stórur sum fyri bara nøkrum árum síðani. Klára búskapirnir í Kina og fjareystri at halda dampinum uppi, so verða heimsbúskaparligu árinini av kreppuni í USA ikki eins stór og tey kundi blivið. Spurningurin er bert, um Kina klárar at halda dampinum uppi!
Ofta verður sagt, at partabrævamarknaðurin er framman fyri sína tíð. Vit kunnu í hvørt fall staðfesta, at flestu partabrævamarknaðir er longu falnir lutfalsliga nógv, síðan teir vóru upp á tað hægsta í 2007 (OMXC20 -18,5%, OMXS -25%, OBX -15% osv.). Hvussu kemur at ganga komandi mánaðirnar velst um, hvussu álvarsligur búskaparligi slakkurin verður, hvussu longi hann kemur at vara, og hvussu stemningurin generelt verður í marknaðinum. Vert er tó at bíta merki í, at partabrævamarknaðirnir í flestu førum finna støðufesti aftur og hækka, áðrenn búskaparligu konjunkturarnir venda aftur. Hetta tí, at prísásetingin á partabrøvum í veruleikanum er grundað á framtíðarútlit. Harafturat er vert at bíta merki í, at partabrøv máld uppá lyklatøl ikki eru dýr samanborið við støðuna afturi í 2000, áðrenn sokallaða IT-boblan brast.
Endamálið við partabrævaspælinum, sum fleiri túsund fólk hava luttikið í, var fyrst og fremst at skapa áhuga fyri partabrøvum og partabrævaíløgum. Í einum partabrævaspæli kanst tú uttan váða gera tær nakrar royndir av, hvørjar møguleikar tú hevur á partabrævamarknaðinum, og ikki minst hvørjar vandar tú til eina og hvørja tíð stendur yvir fyri. Fyrimunirnir við, at hetta partabrævaspælið nettup hevur koyrt seinasta hálvárið, er, at tíðin hevur verið merkt av fjáltri og ótryggleika á marknaðinum. Á henda hátt hava tey, ið hava luttikið í spælinum, mugu ásannað, at tað at gera partabrævaíløgur krevur umhugsni, tað inniber vanda, men so sanniliga eisini møguleikar.
Áðrenn eg fari at gevast, skal eg geva tykkum, ið veruliga eru farin undir at gera partabrævaíløgur, ella umhugsa at gera veruligar partabrævaíløgur, nøkur góð ráð.
Hugsa teg væl um
• Kunna teg um marknaðin og tey partabrøv, ið verða handlað á marknaðinum
• Syrg fyri eini nøktandi váðaspjaðing
• Ger tínar íløgur eftir førimuni
• Minst til, at partabrævaíløgur í veruleikanum skulu vera langtíðaríløgur
• Hav disciplin og lat teg ikki fanga av ”grádigheit”
Nú skal eg sjálvandi ansa eftir ikki at gerast alt ov profetiskur, men nøkur væl vald orð til seinast, kann eg ikki lata vera við:
Eitt orðatak sigur:
”Tú kanst fáa allar tínar syndir fyrigivnar, bara ikki beinleiðis býttisskap” .
Tað, vit kunnu fáa burtur úr hesum orðum, er, at tú sum íleggjari heilt víst fert at gera skeivar íløgur, og tú mást læra teg at fyrigeva tær sjálvum. Hinvegin fer tú at fáa marruna av at hava gjørt mistøk grundað á ófyrigevandi býttisskap.
Lat ongantíð ”grádigheit” fáa fastatøkur á tær við tí úrsliti, at tú gert býttisligar íløgur, ella íløgur, har tú ikki hevur mett um, hvat úrslitið verður, um ikki gongur sum væntað.
”Disciplinur” er lyklaorðið hjá tær sum íleggjari. Set ongantíð hús og heim og familjurnar vælferð í veg fyri at tjena pening. Tað er ikki tað vert.
Eitt annað orðatak sigur:
”Tey fólk, ið peningaliga skjótt eru blivin rík, eru tey somu, sum skjótt gerast fátøk”.
Aftan fyri hesi orð goymir seg áminningin um, at tú ongantíð skalt lata teg rúsa av egnari vidgongd (succes) og harvið gera íløgur við tí sannføring, at tú er fullkomin og ikki kanst gera mistøk. Ert tú náddur har til, er vegurin til húsagang vísur.
Tykkum øllum kunnugt, so er virksemið hjá Kaupthing í Føroyum vorðin ein partur av Eik. Hetta merkir millum annað, at virksemið, ið hevur við virðisbrævamarknaðirnar at gera, er samlað í einari sterkari eind við fakfólki, ið dagliga fylgir marknaðunum. Tit eru altíð vælkomin at leita tykkum ráðgeving hjá okkum.
------
»Lat ongantíð »grádigheit« fáa fastatøkur á tær við tí úrsliti, at tú gert býttisligar íløgur, ella íløgur, har tú ikki hevur mett um, hvat úrslitið verður, um ikki gongur sum væntað.«
»»Disciplinur« er lyklaorðið hjá tær sum íleggjari. Set ongantíð hús og heim og familjurnar vælferð í veg fyri at tjena pening. Tað er ikki tað vert.«
»Hugsa teg væl um
Kunna teg um marknaðin og tey partabrøv, ið verða handlað á marknaðinum
Syrg fyri eini nøktandi váðaspjaðing
Ger tínar íløgur eftir førimuni
Minst til, at partabrævaíløgur í veruleikanum skulu vera langtíðaríløgur
Hav disciplin og lat teg ikki fanga av »grádigheit««