Um Magni Laksáfoss meinar nakað við at tálma heita búskapin og rætta sosialu skeivleikarnar í skattapolitikkinum, so kann tað gerast í einari reglu: Strika samtykta skattalættan fyri 2008.
Jóannes Eidesgaard segði tey mest niðrandi orðini, tá nýggi fíggjarmálaráðharrin í summar gjørdi greitt, at politikkurin hjá samgonguni var heilt av leið. Hann segði seg nú vilja læra Magna at vera politikari og ikki fakmaður.
Og skjótt varð lært og lisið. Eftir ein samgongufund hevur Magni slept sínum ætlanum, og er í staðin farin at tosa sum allir aðrir í samgonguni: “Royna at tálma á fíggjarlógini...” Og “skattalættin er hóast alt í lagi, men vit vilja royna at rætta nakrar sosialar skeivleikar.”
Sjáldan hava vit sæð so stóra kúvending. Vildu fjølmiðlarnir, so kundu teir bert spælt tey úttalilsir, Laksáfoss hevði sum serfrøðingur í Búskaparráðnum undanfarnu árini og tað, hann segði í summar. Tað var heilt beint øvut av tí, hann nú sigur.
Magni noyðist sjálvsagt at ýla eitt sindur við úlvunum, tá hann er í samgongu. Tað skilja vit væl. Men tað er als ikki skiljandi, at Magni nú letur seg misnýta til at fjala út yvir skeiva skattapolitikkin hjá samgonguni beint upp undir val.
Tí tað krevur onki arbeiði yvirhøvur at rætta uppá tær ringastu sosialu avleiðingarnar og samstundis tálma búskapin (sum í løtuni hevur 800 mió. í halli á handilsjavna, hall á gjaldsjavna og vendir ogn til skuld í stórum).
Hendan samgongan hevur nevniliga samtykt ein skattalætta fyri 2008, sum skal koma í gildi á nýggjárinum. Hann kostar 72 mió. krónur og fer burturav til tey ríkastu.
Magni kundi nú sagt: Hesin skal strikast. Tað krevur bert eitt lógaruppskot í tveimum reglum, og tekur ikki nakað frá nøkrum, tí onki er komið í gildi. Tá náddi hann bæði málinum um tálming og um at rætta sosialu skeivleikarnar. Hann kundi enntá sett sítt mandat inn uppá tað.
Men hvat sigur Magni nú? Nei, hann vil nú arbeiða við einum øðrum uppskoti, sum skal látast at rætta avleiðingarnar av einum uppskoti, sum enn ikki er komið í gildi.
Er hetta skemt? Nei, hetta er føroyskur politikkur undir ABC-samgonguni: Vit skulu fyrst fremja skeivan og asosialan politikk. Og so brúka vit ein nýggjan fíggjarmálaráðharra til at tosa hart um at rætta tann skeiva politkkin hjá somu samgongu. Ikki við at gera broytingar, sum muna nakað. Nei,nei. Tann skeivi politikkurin skal halda fram, hóast hann kann steðgast við einum pennastroki. Vit skulu endiliga fyrst fremja skeivu avgerðirnar – og so skulu vit bjóða okkum fram at viðgera, hvussu vit so aftaná skulu rætta uppá okkara egnu gerðir.
Tí vil eg hervið spyrja Magna Laksáfoss ein almennan spurning, har eg biði um alment svar í bløðunum: Hevði tað ikki verið rættast at strika skattalættan fyri 2008 ella broytt hann – bæði til tess at tálma búskapin og at rætta sosialar skeivleikar? Og kann hetta ikki gerast beint nú?