Á fundi í Tórshavnar Býráði hóskvøldið varð einmælt samtykt at gera projekteringina av nýggja musikkskúlanum í Havn lidna, at at bjóða út so skjótt sum projektið er liðugt.
Tað ganga millum 600 og 800 ungdómar um árið í musikkskúla í Havn, enn fleiri standa á bíðilista, og skúlin er langt síðani voksin úr sínum kørmum.
Eingin ivi er um, at musikkskúlin hevur prógvað sítt virði í fyri langari tíð síðani. Hann hevur lagt lunnar undir okkara ríka tónleikalív. Hevur verið við til at menna alla skúlaskipanina, eins og økt munandi um trivnað og kreativar førleikar millum børn og ung.
Árliga íløgan í Tórshavnar Musikkskúla kemur sostatt flerfalt aftur.Og tað er at fegnast um, at eitt samt býráð tekur undir við, at vit byggja Musikkskúlanum hóskandi hølir, so skjótt sum møguligt.
Grundgevingin fyri at staðseta nýggja musikkskúlan í Sortudíki er, at tað eru nógvir møguleikar fyri samstarvi millum Norðurlandahúsið, Musikkskúlan og eisini Kringvarpshúsið. Á henda hátt skapa vit eitt kraftsentur í økinum, har størst møgulig nytta fæst av umstøðunum í teimum mentanarhúsunum, sum vera har.
Møguleikin hevur verið kannaður at samskipa bygging av musikkskúlanum og einum nýggjum tjóðpalli í Kommunuskúlanum.
Men vit í mentanarnenvdini eru samd um, at best er at gera verkætlanina í Sortudíki lidna – og hesum tekur eitt samt Býráð undir við.
Helena Dam á Neystabø,
forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs