Lat so bara jólini koma

Aftur í ár er Jólabókin á trem­ur við góðum, nýskrivaðum søg­um, spennandi uppgávum og hugn­aligum ítrivi at gera til jól­ar. Tað siga tey frá Bók­a­deild­ini hjá Føroya Lær­ar­a­felag.

Teir 24 partarnir í Míni jól­a­bók 2013 gera hana til eitt gott alternativ til van­liga pakka­kalendaran. Væl­kendu vættrarnir hjá Janusi á Hús­a­garði eru klárir við for­­vitn­­i­s­ligum uppgávum at loysa og dámar tær stuttligar, spenn­andi ella kanska ræðandi søg­ur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins út­gávu.
Jólabókin hevur altíð ver­ið ein bók, har bæði nýggj og óroynd listafólk sleppa at royna seg, men so sann­i­liga eisini góðir, gamlir kenn­ingar - og soleiðis er eisi­ni í ár. Í ár eru søgur eftir Rak­el Helmsdal, Halldóru Dam, Sámal Soll, Ingun Christ­en­sen, Minu Reinert, Oddfríð Ras­mus­s­en, Hans Olaf Jo­en­sen, Steintór Rasmussen og Arm­garð Arge og yrking eftir Alex­and­er Kristiansen. Mynd­prýð­ing­ar­nar hava hesi gjørt: Lise Golbe, Janus á Húsagarði, Marj­un Reginsdóttir, Frits Jo­hann­e­sen og Ann-Mari Egholm, og hesi á fyrsta sinni: Jenny Kast­a­lag, Jenny Kjærbo, Jona Sakarisdóttir Guldbro, Gunn Sloan Müller og Bjørk Jón­heð­ins­dóttir Tróndheim.