Seinastu dagarnar hevur kjak verið í miðlunum millum Landsverk og Ráðgevarafelagið, men nú roynir Ráðgevarafelagið at sissa partarnar.
- Ráðgevararfelagið heldur tó lítið konstruktivt koma burturúr at halda áfram at kjakast um hetta í miðlunum. Heldur áttu teir partar, ið vara av bygging í Føroyum at sett seg saman at umrøða avbjóðingarnar. Óansæð hvør eigur skuldina og ikki, kann tað staðfestast, at tað ov ofta kemur fyri, at verkætlanir ikki eru nóg væleydnaðar, skrivar Ráðgevarafelagið.
Ráðgevarafelagið er misnøgt við, at Landsverk gevur ráðgevaravinnuni skyldina fyri mongu byggigølurnar, men tímir ikki at halda á við kjakinum í miðlunum. Tí heitir felagið á Landsverk um at koma til borðs og samráðast um, hvussu avbjóðingarnar kunnu loysast.