Helena Dam á Neystabø
Tórshavn 20. apríl 2001
Eftir stríðið millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin um tann førda fíggjar- og búskaparpolitikkin fyri páskir, og bræv Tjóðveldisfloksins til samgonguflokkarnar, valdi eg sum formaður Sjálvstýrisfloksins at tala at, og biðja løgmann umhugsa støðuna.
Kann hann sum samgonguleiðari liva við, at samgonguflokkarnir nú hvør í sínum lagi taka undir við andstøðuuppskotum, sum kosta 10 tals milliónir, og kann hann liva við, at borðreitt verður við íløguætlanum í vegir, tunnlar, havnaløg, skip og annað mangt, sum fleiri ferðir spreingja íløgukarmin, sum samgongan hevur sett út í kortið. Vit minnast enn, at ein tann mest átrokandi íløgan í Landssjúkrahúsið mátti toyggjast yvir eitt nógv longri tíðarskeið, enn neyðugt. Og millum lítið og einki kundi setast av til menningartarnað, sálarsjúk og onnur, sum ongan bústað hava.
Eg vísti á páskum á, at løgmaður átti at taka støðu til, um henda gongd skal sleppa at halda fram, og um so er, hevði tað tá ikki verið betri, at spart Føroya fólk fyri eitt so dýrt valár?
Eg hugsi, at nógv vóru samd við mær í hesi politisku meting.
Tað kom so langt, at formaðurin í Fíggjarnevndini segði, at afturfyri, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevði gjørt ein - eftir mínari hugsan skilagóðan sáttmála ? við Starvsmannafelagið, ja so fór hann, ella fólkaflokkurin, at leggja eina røð av avgjalds- og skattalækkingum fram.
Altso yvirhøvur eingin samskipan. Og skal alt hetta fremjast í einum, ja so hótta vit av álvara búskapin, okkara kappingarføri, og grundarlagið undir einum sjálvberandi búskapi, sum er treytin fyri okkara felags sjálvstýrisætlan.
Tey sum eru ringast fyri, skulu hava ágóðan
Vit mugu alla tíðina minnast til, at tað snýr seg um, at lætta um hjá teimum, sum hava truplastu korini. Tey eiga tørn nú. Vit vita av royndum, at tað eru altíð tey minni mentu, sum verða við sviðu soð, tá ið á stendur.
Tí taki eg fult undir við nýggja lønarsáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, sum lyftir tær lægstu lønirnar upp, og eg ivist ikki í, at hetta verður leisturin, sum verður galdandi fyri øll fakfeløgini.
Eisini taki eg fult undir við, at geva teimum lægstløntu ein munagóðan skattalætta.
Tað sum eg vegna Sjálvstýrisflokkin gera vart við er, at verða allar hesar stálsettu og betongkendu verkætlanir settar í verk nú, samstundis sum ein røð av skatta- og avgjaldslækkingum skulu veitast og samstundis sum lønirnar hækka, ja so fer søgan at endurtaka seg, at einki verður eftir til tey, sum veruliga hava ein ágóða og bata fyri neyðini.
Henda samgongan hevur sanniliga fingið nógv skilagott av skafti. Og mangir føroyingar, bæði pensjonistar og onnur, munnu sanna, at tað gongur framá. Sjálvstýrismálið hava vit loyst á ein hátt, sum vit í Sjálvstýrisflokkinum fegnast um. Tað má ikki henda, at alt hetta verður blakað fyri borð av yvirbjóðing og útgjaring.