Finnbogi Arge
---
Hans Mortensen, sum fyrr hevur prógvað, at hann er undangongumaður, hevur tikið stig til eitt flott rit, har arkitektarnir Gunnari Hoydal, Mette Skjold og Osbjørn Jacobsen lýsa, hvussu Havnin kann gerast eitt betri stað fyri borgararnar í býnum.
Tey hava í felag framlagt eitt rit, sum vísir ítøkilig uppskot til broytingar, ið høvdu framt trivnaðin í býnum. Eitt av hesum stigum snýr seg um at opna Havnará framvið Áarvegnum og samstundis taka múrin hjá Ríkisumboðnum niður, soleiðis at urtagarðurin hjá Ríkinum gerst ein partur av dagligu myndini hjá teimum, ið koma framvið.
At opna Havnará kostar pengar og kann gerast, tá ráðini eru til tað, men at lækka múrin kostar lítið og einki og kann gerast beinanvegin. Effektin hevði verðið øgilig, alt hevði verði opnari og ljósari og litfagrari á Áarvegnum, sum í dag liggur kroystur millum Hafnia og múrin.
Kommunan kundi afturfyri boðið sær til at hildið garðin í góðum standi og gjørt tað enn vakrari fyri eygað, eisini hjá teimum, sum arbeiða hjá Ríkinum.
Múrurin stendur í dag sum eitt symbol uppá tíðina, tá munur var á fólki. Havnarfólkið, sum vaskaði í ánni uttanfyri og tuskaðu aftur og fram í húðaskóm, máttu ikki koma ov tætt uppá kongsins umboðsmann, og tí var múrur ímillum.
Fjaðurhattur og sábil undirstrikaði til serligar hátíðarløtur, at her gjørdi øðrvísi tign seg galdandi. Tann tíðin er farin, men virðingin fyri umboðsmanninum er ikki minni í dag, tá vit síggja hann lættliga spela runt í havnargøtum saman við øðrum marathonrennarum í toppformi.
Sum eg síggi tað, so hevur danska ríkisumboðið dugað ómetaliga væl at niðurlaða og integrera og sínar funktiónir inn í okkara samfelag í samsvari við yvirtøkurnar, og tað hevur l ríkisumboðið uppiborið rós fyri.
Ríkisumboðið hevur longu fleiri ferðir opnað garðin fyri borgarunum, seinast tá mentanarnátt var í býnum. So tað gongur tann rætta vegin. Tað hevði verði ein vælkomin gestus og prikkurin yvir i ?ið og eitt fantastisk symbolsk mynd av einari broyting, sum er farin fram, at Ríkið lat múrin falla!









