Lat ikki fíggjarnevndini bræv frá donskum ráðharra

Andstøðu limir í fíggjarnevndin undrast á, hví landsstýriskvinnan hevur latið fíggjarnevndini bræv frá donskum ráðharra um váðaráðið

Danxki ráðharriin, Troels Lund Poulsen, sum hevur vøkstur og vinnu undir sær, hevur sent landsstýrinum bræv, sum snýr seg um, at ætlanin er at seta  nýtt føroyskt váðaráð á stovn.

Brævið kom til landsstýriskvinnuna við fíggjarmálum í seinnu helvt av setpember, men áðrenn fíggjarnevndin skrivaði álit í málinum um føroyska váðaráðið.

Andstøðulimir undrast á, at landsstýriskvinnan ikki boðaði fíggjarnevndni frá, at brævið var komið frá danska ráðharrranum, tí fíggjarnevndin sat júst tá og arbeiddi við einum álitið um júst váðaráðið.

-Eg dugi ikki at skilja, at landssstýriskvinnan ikki hevur boðað tinginum frá brævinum frá danska rfáðharranum. Eg ivist í um tað hevði broytt so nógv, men tað er undrunarvert, at landsstýriskvinnan afturheldur júst hesum brævinum, sum snýr seg um váðaráðið, sigur Bárður Nielsen Sambandsflokkurin og limur í fíggjarnevndini.