At vísa virðing fyri ognarunum, er at geva honum tann rættin hann eigur, baði í mun til tryggingar hansara og so sanniliga eisini í mun til innlit í sítt egna felag.
Ognararnar eiga til eina og hvørja tíð, lætt og ómakaleyst, at hava atgongd til kunning um hvat hendir í ognarfelagnum. Sum er, tykist mær ognarfelagið heldur afturlatið og tørvur er á at lata upp hurðar fyri ognarunum.
Tað er rímiligt at eigarin lætt og ómakaleyst fær kunning um hvør situr í ognarfelagnum, í nevndum tess og hvør stjórnar feløgunum, hvør íløgupolitikkurin er, hvar peningurin er plaseraður og við hvørjum atliti v. m..
Kundin kennir eisini tørv á, at tryggingarfelagið lyftir uppgávuna at átaka sær objektiva kunningarskyldu mótvegis kundunum í mun til hvørjir møguleikar og rættindi hann hevur, eisini í eini skaðastøðu.
Valið til umboðsráði fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna heldur fram hesa vikuna, har eg eri valevni. Eg vil virka fyri at hurðar verða lætnar upp so tryggingartakarin fær innlit og kann fylgja við, hvat hendir í tryggingarfelagnum.
Høvuðsmálini eg vil arbeiða við eru í stuttum hesi:
• Betri gjøgnumskygni so man kann fylgja við.
• Vísa virðing fyri fakið, kunda og starvsfólki.
• At kapping er á tryggingarmarknaðinum.
• At vit javnan dagføra dugnaskap okkara.
• At smærri íleggjarar fáa arbeiðsfrið.
• At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar.
• At umsita ognir við dugnaskapi og virðing.
Lesa meir um høvuðsmálini á: www.bricksite.com/andrass/heim
Nýt valmøguleikan!
Hevur tú ella virki títt onkra trygging hjá “Tryggingarfelagið Føroyar” pr. 01. januar í ár, kann tú atkvøða til umboðsráðið.
Atkvøðuseðilin kemur ikki av sær sjálvum, tú skal biðja um at fáa hann sendandi, fyri at tú kann atkvøða.
Atkvøðuseðilin kann umbiðjast á telefon 345600, á t-bræv umbodsradsval@trygging.fo, fax 345604 ella
við at fara inn eina av deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Atkvøðuseðilin kann eisini umbiðjast beinleiðis á hesi leinkju:
www.bricksite.com/andrass/heim
»Sjáldan fast tað í lag, ið kemur í drag«, tí er umráðandi at fáa hetta avgreitt beinan vegin.
Eg vil við hesum biðja um tín stuðul til Umboðsráðsvalið.
Andrass Skaalum
Valevni til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna.