Helena Dam á Neystabø
Um Edward og myndirnar
Edward Fuglø hevur í nógv ár verið virkin listamaður. Umframt at hann myndprýðir bøkur, ger stórar málningar og listaverk, hevur hann ein serligan tokka til sjónleik og ikki minst til leikhús. Hetta í leiktjøldum og leikbúnum at skapa ein markleysan heim, eina illusión, sum kortini í sínum óveruleika sigur meira um veruleikan, enn túsund orð, er tað, sum hugtekur Edward.
Í einum viðtal við Bent Rasmussen í 2001 sigur Edward til dømis: ”Eg arbeiði við nógvum ymiskum listagreinum, men kortini hongur alt saman. Tað snýr seg um at skapa eina illusión. Eg eri so heppin, at ein ótømandi hópur av myndum og figurum fylgja mær. Mær nýtist ikki at leita eftir motivum, tey eru altíð við hondina”. Í Apolloniu sameinar Edward sín áhuga fyri at skapa myndir og sín kærleika til sjónleikin.
Mong vilja siga um Edward, at hansara stílur ikki er serliga føroyskur ella skandinaviskur. Kortini hevur hann sum fáur manað fram í myndum alt tað forniska, sum okkara mentunararvur er so fullur av.
Hansara stílur er meira fabulerandi, fyltur við detajlum og dimmari í ljósi og litum, enn vit eru von við. Tað er ein ovurhonds rúgva av myndevnum, sum troka á, og sum vilja sleppa á løriftið. Man kann siga, at hansara stílur er gróðrarmikil og kvæmur, og als ikki minimalistiskur og einfaldur.
Vandin er tá, at man vil ov nógv, og at skreytið doyvir boðskapin og listarliga úttrykkið.
Eg haldi, at Edward Fuglø í bókini Apolloniu hevur dugað at finna eina hóskandi javnvág við nógvum stuttligum detaljum. Myndirnar í Apolloniu fara tvørturum heilar opnur sum pallmyndir. Teksturin verður sum eitt leikrit sett inn í pallmyndina. Eg haldi, at tað er harmiligt, at týðandi partur av heildarmyndini við hvørt hvørvur inn í miðjuna á bókini. Til dømis á síðu 26 og 27, har Machbeth kongur so at siga endar millum tvær síður.
Í Havn - og kortini ikki
Tú kennir myndavalið aftur. Vit eru í Havn og í Sjónleikarahúsinum. Til hetta høvið er standmyndin av Hans Andriasi broytt til eina standmynd av Shakespeare.
Til tess at skapa ein óveruligan og fiktivan stemning, eru fleiri av myndunum eins og speglaðar í einum rundum spegli. Á tann hátt leggur listamaðurin eitt eyka filtur inn millum søgu, søguna í søguni, pallmyndina og so lesaran. Og vit kunnu aftur seta tann stóra og klassiska spurningin hjá heimsspekini. Er veruleikin tað sum vit síggja, ella er veruleikin tann hugmynd, sum vit gera okkum av veruleikanum?
Um søguna
Í Apolloniu setur Edward Fulgø Shakespeare á pall gjøgnum hugaheimin hjá einari gamlari garderobukonu, sum í ein mansaldur hevur umvalt og seymað leikbúnar í Leikhúsinum.
Edward Fuglø sigur, at tað í einum og hvørjum leikhúsi kring heimin finnast tílíkar forfjónaðar tilverur, sum eingin varnast, men sum eru bæði litríkar og gávuríkar, tá ið tú av tilvild kemur at kenna tær. Duga leikirnar uttanat, og kenna allar tær søgurnar, sum fjala seg handan tapetið og í garderobuskápunum, men sum ongantíð lata við seg koma.
Í sjónleikarhúsinum starvast tann gamla seymikonan Apollonia. Hon er ein av hesum stillu og gráu tilverum, sum situr og seymar dreymabúnar í tí mesta fjarskotna krókinum í sjónleikarahúsinum. Tíðliga ein morgun, meðan øll onnur sova, missur Apollonia seg burtur millum leikbúnarnar, sum hanga á akslatrøum og bíða eftir, at sjónleikararnir skulu lata seg í teir, og geva teimum lív.
Hon sníkir seg at lata seg í hin vakra kjólan hjá Ofeliu, og í somu løtu byrjar ein dreymaferð inn í ein leiklistarligan heim. Í hesum føri inn í dramaheimin hjá tí víðagitna Shakespeare. Apollonia fær ymsar leiklutir í teimum kendu leikunum hjá Shakespeare, t.d. sum Ofelia í Hamlet, sum Vaðmal í Dreymi Jóansøkunátt, sum Fívil í Lear Kongi, Julia í Romeo og Juliu, sum Gívur í Machbeth, Desdemona í Othello, og hon endar sum gandakallurin Prosperus í Harðveðrinum.
Vit kenna Apolloniu aftur á brillunum og skónum, og vita at hesin sjónleikameldur fer fram í dreyminum hjá teirru gomlu og annars ósjónligu seymikonuni. Hon sum ongantíð slapp á leikpallin sjálv, og sum í dimmalættingini, meðan øll sova, tuskar inn í sjónleikarahúsið gjøgnum bakdyrnar.
Sum í kinesiskari eskja
Sum í einari kinesiskari eskju ferðast rithøvundurin longri og longri inn í ein fiktivan heim. Pallurin verður settur í tí slókta, myrka og lívleysa sjónleikarahúsinum í tí sovandi býnum. Men tá ið hugflog og fantasiur tekur við, kemur lív í, og leikpallurin vaknar. Tær stóru ævigu, ræðandi, tragisku og dramatisku søgurnar fara á rull, og heimurin er víðopin við øllum sínum frábrigdum.
Sum skilst á hesari stuttu viðgerð av “Apolloniu”, er bókin ikki bert ætlað børnum. Í bókini eru fleiri løg – bæði í myndum og í teksti, sum tú kanst arbeiða við og verða hugtikin av.
Skal man finnast at nøkrum, kundi tað verið, at bókin hevði verið uppaftur betri, um vit fingu eitt sindur meira tekst, og um Apollonia steðgaði á eitt sindur longri í teimum einstøku leikunum.
Tað er eins og tær pinnpakkaðu myndirnar høvdu tolt eina eitt sindur longri søgu. Hin vegin er bókin ein innilig áheitan á lesaran, at kveikja sítt egna hugflog og geva tí loyvi at fara á flog.
__________________________
Innstillaður til norðurlendska virðisløn??Føroyska nevndin fyri Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2008 hevur valt at innstilla bókina Apollonia eftir Edward Fuglø.
Hetta er fjórðu ferð at Útnorðurráðið tekur stig til at heiðra bestu barna- og ungdómsbók, sum er útkomin seinastu trý árini í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Heiðurslønin verður latin annað hvørt ár, næstu ferð í 2008. Til várs verður vinnarin funnin, og vinnarin fær 60.000 kr. ?Í nevndini sita: Helena Dam á Neystabø, Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð.