Lat grasrøturnar ráða, tá er gróður í luftini

Soleiðis sigur Brandur Øssursson, sum í 20 ár hevur skipað fyri Jazz, Fólka og Bluesfestivali í tøttum samstarvi við Norðurlandahúsið. - Tá lív nú er kveikt í føroyskt mentanarlív, so skal ansast eftir ikki at gerast leiðandi. Kemur initiativið frá einum stovni, so er talan um nakað stýrandi, men kemur tað frá listafólkum, so er gróður í luftini, sigur Brandur Øssursson

Dagfinn Olsen

Brandur Øssursson hevur havt tætt samstarv við Norðurlandahúsið øll 20 árini. Tórshavnar Jazz, Fólka og Bluesfestivalur hevur eisni 20 ár á baki, og Brandur hevur verið stigtakari og fyrireikari øll árini.
-Tað er ikki æltt at meta um 20 ár í lítlari viðmerking, tí tað er long søga, sigur Brandur Øssursson, tá hann verður biðin at meta um farnu 20 árini við Norðurlandahúsinum.
- Men sigast má, at Norðurlandahúsið er stóri katalysatorurin í føroyskum mentanarlívi. Og tað kom kanska, tá tørvurin var størstur. Vit høvdu fræini, ið vóru klár t blóma. Vit høvdu góðu tíðina, sjeytiárini og so kom húsið í 1983, sum hevði ráð og møguleika at menna ungdóm og føroyskt mentanarlív, sigur Brandur Øssursson.

Má ikki gerast leiðandi
Í mong ár hevur kósin verið, at menna tað, sum er ektað. Og samstarv við feløg og einstaklingar hevur verið fyrimyndarligt. Og eisini hevur húsið fingið eyguni upp hjá politikarum. futt var ofta fyri val tosað um mentan og meint var tá við skúlar, bókasøvn og ítrótt, ikki tað skapandi, tað sum gav íblástur. Men tað gingu nærum 20 ár, áðrenn politiski myndugleikin tók mentanina í álavara, føroyski stuðulin til Norðurlandahúsið hevur verið lítil, men nú tykist, sum er ymskt hent, metir Brandur.
Kanska var alt hent, hóast húsið ikki kom, men tað kom og hevur verið við, sigur Brandur Øssursson.
- Tá lív nú er kveikt í føroyskt mentanarlív, so skal ansast eftir ikki at gerast leiðandi. Tað mugu altíð vera grasrøturnar, sum sleppa fram, tað sum kemur niðri frá og inni á frá. Grasrøturnar vinna jí altíð fram, uttan mun til hvat hendir. Kemur initiativið frá einum stovni, so er talan um nakað stýrandi, men kemur tað frá listafólkum, so er gróður í luftini, sigur Brandur Øssursson.
3000 tónleikarar hava vitjað jazzfestivalin hesi 20 árini.
- Uttan húsið hevði einki verið og samstarvið hevur verið gott. Og festivalurin hevur ment allar listagreinir, ikki minst tónleikin her hjá okkum sjálvum, sigur Brandur Øssursson, sum so avgjørt fegnast um Norðurlandahúsið.