Lat ballið byrja her og nú

Eg takkaði fyri meg á posthúsinum og traðkaði út á parkeringsplássið á Óðinshædd í Havn. Endiliga. Endiliga. Endiliga var høvuðsritgerðin send avstað. Eg var komin á mál eftir fimm ára lesnað á universitetinum (hóast eg framvegis bíði eftir úrslitinum). Ein løta, sum ein og hvør lesandi droymir vátar dreymar um. 


Men skar eg í fagnaðarróp í kalda vindinum har á parkeringsplássinum uttanfyri posthúsið? Var sál mín fylt við sælari og fagrari findargleði? Var tann gerandisliga melankoliin og tað ólekjandi rastloysið skift út við kemiskar eksplosiónir í heilanum, sum útkonkurrera ein og hvønn effektivan eydnubolla? 


Svarið er nei. Bert ein tóm og turr staðfesting av, at eg nú hevði avgreitt lortið og skuldi víðari við lívinum. Lesandi vinfólk ynsktu mær tillukku og gramdu seg um, hvussu langt tey høvdu eftir á mál. Men knappliga skilti eg als ikki, hvat eg hevði glett meg til. Hvat tey gleða seg til. Og hví vit menniskju hava so framúr evni til at billa okkum sjálvum inn, at lívið verður betri og ljósari, tá eg havi nátt hesum ella hasum málinum. 


Tí kenslan er jú ikki ókend. Hendan støðan, tá allar fortreytirnar fyri kensluni av lukku eru til staðar, men bara ikki lukkan sjálv. Tá allar umstøðurnar eru júst soleiðis, sum man hevur strembað eftir, uttan at endaliga produktið – kenslan av nøgdsemi – fylgir við. 


Eins og tá eg fylti tíggju ár og helt, at nú var eg vaksin. Ella tá fólkaskúlin var liðugur. Ella tá eg fekk húgvuna í Hoydølum. Ella tá eg bleiv føroyameistari við B36. Ella tá eg hevði staðið enn eina próvtøku á universitetinum. Ella tá eg fekk tað lestrarstarvið, sum eg vildi hava. Ella tá eg ein fagran dag fái míni egnu hús. Ella tá mín ikki eksisterandi Ph.D.-umsókn verður góðkend. Ella tá eg verði professari. Stjørnureportari í Afganistan. ST-aðalskrivari. Nobelprísvinnari. 


Ikki tí, at vit ikki skulu seta okkum mál her í lívinum. At seta sær mál er jú ein absolutt fortreyt fyri at fáa nakrar upplivingar og royndir inn á okkara lívskonto. Vit skulu bara gera okkum greitt, at tað er prosessin og ikki endamálið, sum er tað primera. Tað er í strembanini, at vit skulu gleðast, og ikki einans tá heiðursmerkið endiliga kemur. 


Orsakað øll tit, sum eru ov fín til Kierkegaard-klisjéir, Carpe Diem-slagorð, Dalai Lama og annan pseudofilosofiskan lummavísdóm. Tit, sum langt síðani eru farin í gongd við Kafka og Foucault. Men eg kann ikki lata vera við at nevna setningin hjá Kierkegaard um “at være samtidig med sig selv”. Um at halda uppat við at billa sær sjálvum inn, at lívið verður betri og meiri spennandi, tá eg havi nátt hesum ella avrikað hatta. 


Nei, tá er nógv stuttligari at njóta prosessina. At koma til sættis við dagin í dag. At gera sjálva ferðina so góða sum gjørligt. At sleppa illusjónini um ta mirakuløsu hendingina onkustaðni úti í framtíðini, sum neyvan fer at koma, og sum bara flytur fokus frá nú´inum.


Lat so heldur ballið byrja her og nú.