Lat altjóða dómstól taka støðu til grindadráp

Sea Shepherd fekk eina avbjóðing á fundi í gjár um grindadráp

- Tað hevur stóran týdning at fáa fulla greiði á, um vit bróta altjóða sáttmálar, ella ikki. Og eg haldi at Sea Shepherd eigur at reisa sak við altjóða dómstólar ímóti Føroyum og Danmark.

 

Tað helt danski politikarin, Christian Juhl,úr Eindarlistanum, í hoyringini um grindadráp á Christiansborg í Keypmannahavn í gjár.

 

Sea Shepherd tvíheldur um, at danir bróta altjóða lóg, tá ið teir loyva føroyingum at drepa grind, og felagsskapurin heldur eisini, at føroyingar bróta altjóða lóg, tá ið vit drepa grind. Og í hoyringini í gjár, mælti Christian Juhl beinleiðis Sea Shepherd, ella onkrum øðrum, at leggja sak ímóti dønum og føroyingum fyri at fáa málið avgreitt.

 

- Tað hevur stóran týdning at vit halda altjóða sáttmálar og tí er tað neyðugt at fáa greiði á, um vit bróta nakrar altjóða sáttmálr, segði hann.

 

Og tað kann Sea Shepherd, ella onkur annar, fáa greiði á við at stevna okkum inn fyri altjóða dómstól, legði hann afturat.

 

- Tað hevur eisini stóran týdning, at føroyingar halda altjóða lóg, men tit í Sea Shepherd verða noydd at ásanna, at Føroyar eru ikki eitt danskt hjáland. Føroyingar eru í eini serstøðu, tí teir hava heimastýri, og hava fullan rætt at lóggeva um síni egnu viðurskifti á flestu økjum, segði Christian Juhl.

 

Alex Cornelissen, stjóri í Sea Shepherd, sum eisini var við í hoyringini, vildi ikki svara, um hann tekur áheitanina til eftirtektar. Men hann hongir seg í, at føroyingar hava danskt pass.

 

Eftir hansara tykki merkir tað, at føroyingar eru danskir borgarar og sostatt ES borgarar - og í ES er hvalaveiða bannað.

 

- ES lóg er galdandi fyri alt ES, og sostatt eisini fyri føroyingar, sigur Alex Cornelissen.

 

Rasmus Jarlov úr Konservativa flokkinum, staðfesti, at ongin ivi um, at allir danskir politikarar stuðla rættinum hjá føroyingum at drepa grind.

 

- Sea Shepherd hevur ikki skilt samanhangin, tí nógvir sáttmálar eru galdandi fyri Danmark, sum ikki eru galdandi fyri Føroyar.

 

- Tí er tað ikki so einfalt sum at siga, at fyri tað, um ein sáttmáli er galdandi fyri Danmark, eru hann av sær sjálvum eisini galdandi fyri Føroyar.

 

Rasmus Jarlov vildi eisini hava at vita,  hví akkurát grindadráp er tann stóri trupulleikin hjá Sea Shepherd. Hann staðfestir, at veiðan er burðardygg og samstundis eru tað nógv onnur dýr, sum vit slakta, og sum liva undir nógv verri umstøður enn grindahvalurin ger, eisini nógv dýr, sum eru nógv klókari enn grindahvalur, eitt nú grísar.

 

- Tað er ringt at koma til aðra niðurstøðu, enn at hetta snýr seg um at fáa almenna umrøðu, tí var tað djóravælferð, tað snúði seg um, áttu tit at loyst teir størstu trupulleikarnar fyrst, sigur Rasmus Jarlov.

 

Alex Cornelissen svarar, at Sea Shepherd arbeiðir ikki við grísum, ella øðrum djórum á landi, tí at tað er ein felagsskapur, sum verja havumhvørvið.