Fólk hava sent okkum myndir, so til ber at síggja, hvussu standurin hevur verið kring landið í sambandi við ódnina í gjár. Stórir skaðar vóru í Skopun, vísa myndirnar hjá Jón Tór Baldvinsson. Serliga Lívfiskastøðin hevur staðið fyri skotum av brimi hesaferð
Argja Bóltfelag hevur fleiri myndir. Har var nógvur vindur, serliga nærhendis vøllin. Hegnið við endan av vøllinum bognaði, og ein stórur lastbilur, sum stóð á parkeringsøkinum niðanfyri vøllin, feyk oman av vegnum. Bilurin vigaði 8,7 tons, og fór omanav vegnum. Myndirnar tók Kristian Dahl.
Úr Suðuroy sendi Erling Ellendersen okkum myndina av Smyrli á veg inn á Tvøroyri í gjár. Og av stóra steininum, sum endaði á kolavegnum í Hvalba.
Vit takka fyri áheitanirnar, og vísa á, at fólk framvegis kunnu senda okkum myndir.
Síggj myndirnar her á breddanum undir Myndarøðir.