Ferðsla
Herfyri fór hesin lastbilurin, sum var fulllastaður við gróti, hálvur út av vegnum miðskeiðis í bygdini í Skálafirði.
Vakthavandi á politistøðini í Runavík sigur seg ikki minnast, hvør átti bilin, men hann var á veg gjøgnum bygdina við gróti, tá ið hendingin fór fram.
- Bilurin kom ov langt út í niðaru síðu, soleiðis at vegkanturin skrædnaði undan. Hóast bilurin alla tíðina stóð á hjólunum, legði hann seg so nógv á høgru síðu, at væl av gróti fór úr lastini og oman í dyrkaða bøin.
Løgreglan sigur, at hendingin fór fram um kvøldið, og morgunin eftir varð bilurin tikin uppaftur.
- Teir, ið varaðu av lastbilinum, komu við einum rennigravara, tóku alt grótið uppaftur og slættaðu bøin. Hetta var imponerandi, heldur løgreglan, sum væntar, at eigarin av lastbilinum eisini rindaði fyri stikið, sum grótið oyðilegði.
Førarin var einsamallur í bilinum, og hann fekk ongan skaða.










