Bilførarar, sum koyrdu eftir Marknagilsvegnum í gjáramorgunin, løgdu til merkis, at steinar lógu eftir vegnum.
Tað vísti seg, at steinarnir stavaðu frá onkrum lendisarbeiði í vestara parti av Havnini, og slóðir sóust niðan í Húshaga, har avgrevsturin varð vippaður av.
- Tað var myrkt, so steinarnir vóru ringir at síggja. Tí kundi eisini vandi staðist av hesum, sigur løgreglan.
Men, tíbetur gjørdist skaðin ikki stórur, og løgreglan hevur bara frætt frá einum bilførara, sum rendi á ein stein.
- Steinurin endaði undir bilinum, og neyðugt varð at brúka donkraft fyri at fáa steinin undan aftur.
Tað eydnaðist løgregluni at finna fram til lastbilin, sum hevði mist steinarnar, og her vísti tað seg, at baklúkan á bilinum ikki hevði verið ordiliga aftur.
Tí hevði lastbilurin mist steinar á vegin á øllum túrinum.
- Bilførarin verður skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað lastina. Hendir slíkt aftur, er ikki óhugsandi, at lastbilførarin kann missa koyrikortið, sigur løgreglan.
Lagt verður aftrat, at tað var Tórshavnar Sløkkilið, sum saman við arbeiðsfólki hjá felagnum, sum átti lastbilin, ið tóku sær av at rudda vegin aftur.
- Nú skal støða takast til, hvat víðari skal henda í hesum ítøkiliga máli, sigur løgreglan í morgun.