Ein lasbilur, ið varð lastaður við gróti úr undirsjóvartunlinum, fór útav á vegnum millum Statoil-støðina og rundkoyringina í Kollafjarðardali. Bilurin var komin ov langt út í vegjaðaran, sum smokkaði undir tí tunga bilinum. Lastbilurin var á veg suðureftir móti Kollafirði fríggjamorgunin.
Annars sigur løgreglan, at tíggju ferðsluóhapp vóru um vikuskiftið, men tó stóðst eingin mansskaði av hesum óhappum. Hált hevur verið um alt landið, og tað hevur gjørt sítt til, at bilførarar ikki klárað at hava tamarhald á bilinum.
Løgreglan hevur kannað nógvar bilar seinastu dagarnar, og ein førari varð tikin fyri spirituskoyring.
Trý smærri herverk vóru eisini, men tó einki álvarsamt