Sera ring líkindi eru at koyra í dag, og onkur bilur er eisini farin útav. Ein lastbilur hjá Skipafelagnum liggur í vegjaðaranum við Shellstøðina við Streymin Í morgun er bæði kavi og vindur. Hetta hevur við sær, at tað sambært Landsverki ikki er koyrandi millum bygdir, men teir royna at grava.
Nógvi kavin og jarðrokið hava eisini havt við sær, at leið 100, 200, 202, 205, 300, 400, 700 og 701 ikki koyra í morgun.
Harumframt segði løgreglan umvegis Kringvarpið frá, at tað ikki var koyrandi millum Hósvík og Havnina í morgun.
Sant Ola sigldi heldur ikki túrin klokkan 07.00 í morgun.
Sambært veðurvánunum verður betri út á dagin.