Tað kundi hent ein størri ólukka í Skopun seinnapartin mánadagin. Men til alla lukku stóu eingi fólk í vegin, tá ið bilførarin á Strandferðslubilinum ikki fekk steðgað bilinum, men koyrdi eftir kajøkinum, áðrenn hann endaði á sjónum.
Ikki er heilt greitt, hvussu bilførarin kom út úr bilinum, men eygnavitni sóu hann koma upp við luftbløðruni av bilinum, tá ið hann fór undir. Ein av teimum, sum sóu tilburðin, leyp á bláman eftir manninum, og fekk hann inn at kajuni, har onnur eisini komu til og hjálptu teimum upp. Bilførarin hevði mist vitið, og tað varð arbeitt uppá hann.
Boð vórðu eisini send eftir sjúkrabili, sum var á staðnum skjótt eftir tilburðin. Maðurin var seinni fluttur á Landssjúkrahúsið.
Rendi á mobilkrana
Lastbilurin hjá Strandferðsluni hevði verið á fiskavirkinum á Sandi, Sandoy Seafood P/f, eftir saltfiski. Hann tók 10 plattar av saltfiski, sum tilsaman viga umleið 9 tons. Fiskasølan hevði keypt fiskin.
Ingibjørn Eldevig, sýslumaður á Sandoynni, dugir ikki at siga, hvat orsøkin til óhappið er. Kortini eru tekin til, at bremsurnar hava svikið, sigur hann.
Á vegnum út eftir kajuni rendi lastbilurin fyrst í ein pullart og eisini í ein mobilkrana. Hetta hevur kortini ikki staðgað lastbilinum, sum altso endaði á sjónum.
Bilførarin livir væl
Lastbilurin varð tikin upp aftur mánakvøldið av einum krana frá Tórshavnar Skipasmiðju. Bilurin varð førdur til Havar við Trónda, og stendur nú á Bileftirlitinum, har teir skulu gera nærri kanningar av óhappinum.
Politistøðin í Havn kann ikki siga nakað um orsøkina til óhappið, fyrr enn teir fáa eina frágreiðing frá Bileftirlitinum. Hetta tekur einar tveir - tríggjar dagar. Løgreglan hevur hinvegin avhoyrt bilføraran, og hann sigur eisini at bremsurnar ikki virkaðu, sum tær skuldu. Bilførarin livir annars væl.