Fólk, ið komu koyrandi eftir landsvegnum framvið Kaldbaksfirði, rendu seg í eina óvæntaða forðing, tá tey komu til Sund.
Førarin á einum lastbili hevði mist tamarhaldið á akfarinum, og framendin á bilinum var farin inn í veggin omanfyri vegin, og bilurin kom at liggja tvørturum vegin, so at hann tarnaði ferðsluni. Bilurin koyrdi norðureftir, men hann fór næstan einaferð runt, áðrenn hann steðgaði aftir. Óhappið hendi beint aftaná stóra svingið á Sundi, og lastbilurin var tómur.
Ógvuliga ring koyrilíkindi vóru hetta kvøldið, og tað var orsøkin til at bilurin kom so illa fyri. Hált var í støðum, og tí var ringt at verja seg ímóti hálkuni. Bilførarin fekk eina fliku í pannuna, men sjúkrabilurin varð ikki boðsendur.
Hálkan tarnaði arbeiðnum við at taka bilin uppaftur. Kranin hjá Júst Sivertsen fekk ikki sett á bilin, tí tað var so hált. Vegurin mátti tí saltast áðrenn tað arbeiðið kundi fara í gongd.
Løgreglan fekk boðini klokkan 19.48, um at bilurin var farin av vegnum, og vegurin varð stongdur klokkan 21.51, tá bilurin skuldi hálast á rættkjøl aftur. Hetta er eitt tað mest trafikeraða vegastrekkið í Føroyum, og tí vóru bilarøðirnar ógvuliga langar báðumegin lastbilin.