Lastbilførarin eitur Babak Soleimani og hevur – óheppið fyri hann – sama eftirnavn sum ein ávísur iranskur heryvirmaður, sum amerikanarar drupu fyrr í mánaðinum.
Umframt tað hevur Babak, sum flutti úr Iran til Kanada í 2009, tó einki samband við valdsmikla og nú deyða heryvirmannin Qassem Soleimani.
Kortini er lastbilførarin síðan drápið 3. januar ferð eftir ferð steðgaður við amerikanska markið.
– Eg eri bara ein lastbilførari. Eg havi einki við nakra stjórn ella nakra politiska skipan at gera, hevur Babak Soleimani sagt við CBC.
/ritzau/