Lastbilarnir úr býnum

Ein avleiðing av nýggju parkeringsskipanini í Tórshavnar Kommunu verður tann, at lastbilar framyvir ikki skulu standa parkeraðir inni í býnum. Ístaðin fáa teir ávíst eitt øki á Skarðshjalla.
Lastbilar hava áður fingið ávíst nøkur støð inni í býnum, har teir kunnu parkera, men við nýggju skipanini fer hetta í søguni. Eitt stórt øki á Skarðshjalla, sum kommunan eigur, verður gjørt til lastbilaparkering, so at sleppast kann undan, at hesir koma inn í miðbýin.