Lastbilakvøld í Leirvík

Í sambandi við at VR Bilar nú umboða svensku JOAB útgerðina til lastbilar, var skipað fyri einum lastbilatiltaki á bátasavninum í Leirvík seinasta mikukvøld. Umleið 70 mans frá ymiskum stovnum og fyritøkum møttu hetta kvøldið

Mikukvøldið 25. februar skipaðu VR Bilar í Havn fyri einum lastbilakvøldi á bátasavninum í Leirvík. Umleið 70 mans ymsastaðni frá møttu hetta kvøldið í kavaveðrinum.

Uttanfyri stóðu fleiri ymiskir Volvo lastbilar, trailarar, tangabilar og bilar viðskiftilast, teir stóðu har sum framsýningarbilar.

Stjórin á VR Bilum, Sverri Steintún, beyð vælkomin og segði frá um avtaluna, teir høvdu gjørt við svensku JOAB fyritøkuna.

Gestirnir fingu smyrjibreyð og høvið at tosa saman, meðan ein filmur um nýggja Volvo FH eisini varð vístur.

Síðan fekk sølumaðurin hja JOAB, Jens Jensen, orðið. Jens er hálvur føroyingur og hálvur dani. Hann hevur búð í Svøríki síðan 1951 og arbeitt í fyritøkuni síðan 1969.

Hann greiddi frá, at fyritøkan varð stovnað av Jan Olsson í 1963, harav navnið JOAB.

Fyritøkan hevur specialiserað seg í at gera skiftilastsskipanir til lastbilar, soleiðis at teir kunnu skifta ímillum ymiskar lastir, byngjur o.a. Teir gera skiftilastsskipanir v. króki til bilar í støddum frá 5 til 24 tons.

Eisini gera teir lastbilar klárar við at montera kranar, skermar og ymiskt annað sum kundarnir ynskja. Teir levera bilar til Skandinavia, Norðurlond og nógvastaðni í Evropa. Hjá JOAB arbeiða umleið 100 fólk.

Sofus Gregersen frá KJ-Hydraulik á Kambsdali, ið umboða Palfinger-kranar, greiddi síðan frá teirra arbeiði við lastbilum. Umframt at teir selja og montera kranar, eru teir eisini serfrøðingar innan hydraulik, og teir eru væl útgjørdir til at gera umvælingar og umbygging av lastbilum.

Seinni var farið útum at hyggja at teimum ymisku lastbilunum, hvussu alt virkaði í praksis, hvørjir møguleikar vóru við t.d. kranunum og skiftilastsskipanum, byngjur vórðu lyftar av og á lastbilarnar. Eisini var høvið at seta spurningar.

Eitt áhugavert og hugnaligt kvøld endaði við kaffi og VR-lagkøku. Teir sum komnir vóru úr Vágum skundaðu sær heim, áðrenn Leynatunnilin lukkaði kl. 23.00, og teir sum skuldu til Klaksvíkar fóru við Ternuni kl. 22.45.