Lastbilafyritøka 50 ár

Mánadagin 2. februar vóru 50 ár liðin síðan Hans Egil Joensen á Eiði keypti fyrsta lastbil.

Fyritøkan hevur ment seg til eina av stóru lastbilafyritøkunum í landinum. Í dag eitur fyritøkan Hans Egil Joensen & Synir, og tað eru synirnir Trygvi K. Joensen og Jóhan K. Joensen, sum eiga fyritøkuna saman við pápanum. Stjóri í fyrtøkuni er Jóhan K. Joensen.


Fyritøkan hevur í dag 10 lastbilar umframt gravimaskinur og onnur arbeiðstól. Tíggju fólk arbeiða hjá Hans Egil Joensen & Synum.


Í sambandi við 50 ára føðingardagin verður móttøka í bygninginum hjá fyritøkuni uppi í Grind á Eiði leygardagin 7. februar frá kl. 14 til 18.