Lassin millum teir 48 útvaldu

Samstundis sum ein dystur og ein minikapping eru á skránni hjá Lassanum Isaksen, er hann ein av 48 altjóða dómaraeygleiðarum, sum eru valdir út av UEFA at eygleiða bólkaspælið í UEFA Europa League. Fimm dómarar skulu døma í hvørjum dysti

FÓTBÓLTUR

 

Í samfull 11 ár, frá 1986 til 2006, var Lassin Isaksen altjóða fótbóltsdómari, og síðani hann gavst 45 ára gamal fyri aldur, hevur hann verið altjóða dómaraeygleiðari. Uppgávurnar hava verið nógvar og ymiskar, og nú stendur aftur ein nýggj avbjóðing fyri framman.

– Eg havi frá UEFA fingið at vitað, at eg eri ein av tilsamans 48 dómaraeygleiðarum, sum eru valdir út at eygleiða bólkaspælið í nýggju europeisku kappingini fyri feløg, UEFA Europa League. Hetta merkir, at eg nú skal á eitt serligt eygleiðaraskeið hjá UEFA, greiðir Lassin frá.

– Enn veit eg ikki so øgiliga nógv um, hvørjar ítøkiligu ætlanirnar eru við hesum, men vit verða 48 eygleiðarar, sum skulu á skeiðið saman við 48 dómarum, ið eisini eru úttiknir til bólkaspælið. Tað, sum tað nokk mest snýr seg um, er nýggja skipanin við tveimum dómarum aftrat, sum skulu standa aftan fyri málini, meðan dystirnir eru í gongd.

 

Fýra eygu aftrat

Teir báðir dómararnir, sum koma aftrat, skulu standa aftan fyri mállinjuna, haðani teir skulu halda eyga við tí, sum hendir í brotsteiginum, og millum annað skulu teir hjálpa til við brotssparksstøðum og ivamálum, eitt nú um bólturin er farin um málstrikuna ella ikki. Síðani samskifta teir við høvuðsdómaran við sendiútgerð, so skjótar avgerðir kunnu takast.

Tað UEFA-forsetin, Michel Platini, sum eigur uppskotið, og bæði UEFA og FIFA eru sinnað at gera nakrar royndir við hesum. – Øll eru samd um, at fýra eygu aftrat fara at gera tað lættari hjá dómarunum at røkja sína uppgávu, sum er blivin alsamt torførari og í summum førum mestsum ómøgulig, tí spælið gongur skjótari og spælararnir eru so væl fyri, hevur Michel Platini sagt.

Í fjørheyst var ein roynd gjørd við tveimum slíkum dómarum, tá minikappingar vóru fyri U19-lið, og hetta vísti seg at eydnast stak væl. Bæði dómaraeygleiðarar og aðrir eygleiðarar lótu væl at og hava mælt til, at fleiri royndir verða gjørdar, so henda skipan kann verða sett í verk.

Royndin, sum nú verður gjørd í bólkaspælinum í UEFA Europa League, verður helst tann seinasta, áðrenn hægsta lóggevandi nevndin í FIFA tekur endaliga støðu til, um skipanin við tilsamans fimm dómarum skal setast í verk.

 

Meira at eygleiða

Frammanundan hevur dómaraeygleiðarin úr at gera við at eygleiða ein dómara og tveir hjálpardómarar, so tað sigur seg sjálvt, at eisini eygleiðarauppgávan verður størri, um tveir dómarar koma aftrat. Tí er tað, at UEFA skipar fyri einum skeiði fyri bæði og dómarar og dómaraeygleiðarar.

– Alt hetta er so nýtt, at eg má siga sum er, at eg veit ikki so væl, hvat alt hetta gongur út uppá. Tí dugi eg ikki at siga so nógv um tað, fyrr enn eg havi verið á hesum skeiðnum, sigur Lassin Isaksen, ið gjørdist eitt sindur bilsin, tá hann fekk at vita, at hann var ein av teimum 48 útvaldu dómaraeygleiðarunum.

– Frammanundan hevði eg ein dyst í Liechtenstein at eygleiða í komandi mánaði, umframt eina minikapping, men nú leyp alt upp í røkur, so eg veit ikki, um eg kann taka av øllum. Greitt er tó, at fari eg ikki á hetta skeiðið, kann eg ikki eygleiða dystir í UEFA Europa League, so tað haldi eg, at eg í øllum førum velji fram um alt hitt, um eg ikki kann fáa alt við.