Lassin fer til Noregs

7. oktober skal Lassin Isaksen saman við Jens Albert Simonsen og Tummas Paula Olsen døma U-21 landsdystin millum Noreg og Moldova. Eisini 4. dómarin til uppgávuna verður føroyskur, og er tað Páll Augustinussen, sum hevur fingið tillutað hesa uppgávuna.