Lassin á Camp Nou

Lassin Isaksen, sum áður hevur virkað sum altjóða dómari, skal um tvær vikur á stóra uppgávu sum dómaraeygleiðari

Fótbóltur

 

Á heimasíðuni hjá FSF verður sagt, at Lassin skal á sjálvasta Camp Nou í Barcelona, har hann skal halda eyguni eftir dómaraavrikinum í dystinum millum Barcelona og Basel í Champions League.

- Eg gjørdist rættiliga paff. Eg hevði roknað við at verið sendur til onkran dyst í grannalagnum, og hevði ikki roknað við einum so stórum dysti. Men rætt skal vera rætt. Eg skal ikki vera einsamallur eygleiðari til tann stóra Champions Leauge dystin, sigur Lassin við heimasíðuna hjá FSF

- Tað er soleiðis, at teir ungu eygleiðararnir skulu fylgja einum royndum eygleiðara í fyrstuni, sum virkar sum eitt slag av mentor. Eg skal vera saman við einum týskara til dystin á Camp Nou. Eg skal eftir dystin skriva mína egnu frágreiðing, og lata týskaranum. Hvat hann síðan ger við mína eygleiðing, veit eg satt at siga ikki.

Lassin er fegin um, at tað nú eydnast honum at koma við í evropeiska samstarvið viðvíkjandi dómaraeygleiðing.

- Vit hava ein altjóða eygleiðara frammanundan - Niklas á Líðarenda - og meðan eg fegnist um, at eg eisini havi fingið henda møguleikan, gleðist eg eisini vegna føroyskan fótbólt. Tað má vera ein fyrimunur fyri føroyskan fótbólt, at FSF nú er umboðað av tveimum altjóða dómaraeygleiðarum, sigur Lassin Isaksen á www.football.fo.