Lassi Klein nýggjur skrivari

Lassi Klein er nú vorðin skrivari hjá Sjálvstýrisflokkinum.

 

Sjálvstýrisflokkurin skuldi hava nýggjan skrivara, eftir at Rúna Sivertsen segði seg frá fyri jól, vegna ov stóra arbeiðsbyrðu annars, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

 

Og nú hevur leiðslan so gjørt av at seta fyrrverandi tingmannin og landsstýrismannin, Lassa Klein í starv sum skrivara floksins.

 

Starvið er parttíð, minni enn hálva tíð, sigur formaðurin.

 

Skrivarin skal røkja dagliga samskifti í flokkinum.