Tað eru 25 ár síðani, at Lasse Klein seinast stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokin. Tá var hann floksformaður. Tað var á løgtingsvalinum í 1990.
Sjálvstýrisflokkurin fekk eitt gott val tá, tí flokkurin fekk trý umboð vald á ting. Umframt floksformannin Lassa Klein eisini Helenu Dam á Neystabø og Asbjørn Joensen í Klaksvík. Men tað kom vátt í reiðrið, og í 1994 tók fór Lasse Klein úr Sjálvstýrisflokkinum og feldi samgonguna hjá Maritu Petersen, løgmanni.
Á valinum í 1994 varð Lasse Klein valdur á ting fyri Kristiliga Fólkaflokkin Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk. Men í 1998 misti flokkurin umboðan á tingi, og síðani tá hevur Lasse Klein ikki verið at sæð á politiska pallinum, fyrr enn nú hann gjørdist skrivari hjá sínum gamla flokki, Nýtt Sjálvstýri.
Tað eru nú nakrir gamlir knarkar í politikki, sum Jógvan Skorheim hevur fingið at hjálpa sær: Zakarias Wang, sum í næstu viku fyllir 75 ár, Lasse Klein, sum er 64 ár, Kári P. Højgaard, sum er 64 ár, og Bjørn á Heygum, sum er 61 ár.
Lasse Klein sigur í tíðindaskrivi, at tað lá ikki í kortinum, at hann skuldi stilla upp.
– Men nú tá flokkurin er so kroystur í veljarakanningum, havi eg gjørt av at stilla upp, nú boð vóru eftir mær.
Lasse Klein var landsstýrismaður í landsstýrinum hjá Atla Dam frá 1985-89, tá hann eitt nú stóð fyri stovnanini av Atlantsflog.
Lasse Klein vísir á, at veljarakanningarnar ikki hava verið serliga blíðar við Nýtt Sjálvstýri, og Nýtt Sjálvstýri hevur tí brúk fyri øllum góðum kreftum. Hann heitir tí á allar føroyingar um at standa saman um Nýtt Sjálvstýri og venda gongdini, so flokkurin framhaldandi fær umboðan á Føroya Løgting.