Lasse Svan hevur enn trupulleikar

Lasse Svan er meira plágaður av skaða, tí verða kanska boð eftir Jóhan á Plógv til EM-endaspælið í næstu viku

Høgri vongur á danska hondbóltslandsliðnum var í ferð við at venja fyri seg sjálvan í Frankaríki, tá hann merkti eitthvørt í øðrum legginum. Hann mátti gevast við venjingunum.

Altsamt meira bendir tí á, at pláss kanska verður fyri Jóhan á Plógv á danska hondbóltslandsliðnum, sum í næstu viku skal spæla í EM-endaspælinum í hondbólti í Frankaríki.

Jóhan á Plógv var tikin út í bruttohópin, men tá endaliga liðið varð úttikin til endaspælið, var kortini ikki pláss fyri Jóhan á Plógv Hansen. Men tá liðið spældi í Golden League kapping í Frankaríki fyrradagin, var Jóhan á Plógv kortini á liðnum, tí Lasse Svan var úti við skaða í økslini.

Og tað sær ikki so gott út sum vónað hjá Lasse Svan. Undir venjing í Frankarík í gjár fekk hann enn ein skaða, hesaferð í annan leggin.

Hondhóltsserfrøðingurin hjá TV 2 SPORT, Claus Møller Jacobsen, var til staðar, og sá tilburðin.

– Vit gjørdust ørkymlaðir. Lasse Svan gjørdi eina rørslu, sum hann var einsamallur um, tá hann eftir øllum at døma fekk ein skaða í leggin og fór av vølli beinanvegin við einum ísposa bundum um leggin, sigur serfrøðingurin hjá TV 2.

– Tað sá sum vera man ikki gott út. Vit vóna tað besta, og at hann fær rætta viðgerð. Tað sær ikki út sum um, at hann hevur trupulleikar við økslini, men hevur ein ísposa um beinið.

Um so verður, at Lasse Svan ikki verður klárur til endaspælið í næstu viku, so er ógvuliga sannlíkt, at boð verða eftir Jóhan á Plógv.

Danska manshondbóltslandiðið spælir dyst í dag klokkan 15:50 ímóti Frankaríki í Golden League-kappingini. Sannlíkt er, at Jóhan á Plógv fær spælitíð í dystinum í dag, sum kann síggjast beinleiðis á TV2.