Undir heitinum ?Natur-Reflektioner? lat stórfingna listaframsýningin upp leygardagin 15. juni á Naturhistoriska Riksmuseet í Stokkhólmi. Framsýningin er opin til 18. august, og við á henni eru málningar, sum listafólk úr Norðurlondum hava gjørt.
Lasse Sørensen, sum vanliga verður nevndur Lasse S, er einasti føroyingurin, sum er umboðaður á framsýningini. Hann hevur seks málningar við á framsýningini, sum bara hevur málningar, ið avmynda náttúruna.